Framtíðarvón okkara
Tey fyrstu kristnu heilsaðu hvørjum øðrum við orðunum “Marana`ta”, sum merkir “Harrin kemur”. Latið okkum í navni Jesusar fara inn í ár 2000 við einum Marana ta í hjørtum okkara.”
Soleiðis skrivaðu vit um aldarskiftið í oddagreinini í Boðberanum, sum kom út í desember 1999, beint áðrenn farið varð inn í nýggju øldina. Hesi orð eru væl ikki minni viðkomandi, nú ið vit skriva 2024.