Leirkerið nýggja heimasíðu
Kristiliga bókaforlagið Leirkerið, sum gjøgnum árini hevur givið nógvar kristiligar bøkur út á føroyskum, hevur fingið nýggja heimasíðu. Tað er at fegnast um. Tí bøkurnar, komnar á hesum forlagi eru nógvar í tali, og fleiri teirra eru viðkomandi lesnaður. Men síðani Zacharias Zachariassen fór heim til Harran, er ikki so nógv hent, tóat onkur bók er útkomin. Tí er tað gott, at gongd er komin aftur á forlagið.
Nú eru so tvær áhugaverdar bøkur útkomnar á forlagnum.
“Í skrift og talu – Ismar Joensen 100 ár” eitur bókin, sum út er komin við tilfari eftir Ismar Joensen úr Fuglafirði, sum var bæði talandi og skrivandi maður. Ismar brúkti sera gott og mergja føroyskt mál. og tað framgongur av øllum tí, sum kom av hansara hond. Á seinni árum hava fleiri av yrkingum hansara fingið nýggj løg, og fleiri av hesum sangum verða sungnir millum manna í dag.
Hin bókin er “Viðmerkingar til hvønn kapitul í Nýggja Testamenti” eftir Warren Wiersbe. Høvundurin er úr USA og fleiri føroyingar hava notið gott av hansara bíbliuviðmerkingum, teirra millum undirritaði. Páll á Lakjuni hevur týtt hesa bók, ið mong munnu fara at nýta í samband við bíbliulesnað og granskan í Orðinum. Nýggja heimasíðan eitur annars www.leirkerid.fo – ø –