Á Birmavej í 40 ár
Júst nú í summar eru 40 ár liðin, síðani arbeiðið í Kristnastovu flutti frá Oxford Allé yvir á Birmavej 36 á Amager. Hetta var í 1979, og ikki var langt millum húsini, kanska ein kilometur. Men munurin var stórur, tí hølini, ið vit vóru til taks á nýggju adressuni, vóru munandi rúmligari og betri egnað til verkið.
Tað tók sína tíð at fáa neyðug loyvi til at nýta húsið til arbeiði okkara, tí Grundeigarafelagið á økinum setti seg ímóti, at Kristnastova kom inn á teirra økið. Men umsíðir loysnaði, og loyvi fekst frá mynduleikunum at flyta inn og fara í gongd við verkið. Tíbetur eru bestu viðurskifti millum okkum og felagið ídag, og tað hevur verið so í mong ár. Enntá aðalfundur teirra, sum er einaferð um árið, fer fram á Birmavej 36.
Tað var ein stórur dagur, tá fyrsta fríggjakvøldssamkoma var hildin í nýggju, hvítu húsinum á Birmavej. Niðanfyri síggjast tríggjar myndir, tiknar frá hesari samkomu, ið var 29. juni 1979. Og sum tað framgongur, sá fundarhøllin eitt sindur øðrvísi út, enn hon ger í dag. Men tað var eitt stórt framstig fyri arbeiðið, og tað minnast vit afturá við gleði og takksemi. – Ø