Harri harra, Kongur konga
Orð/lag: ØB NÓTAR – her
Tú, sum býrt í dýrd og ljóma,
heilagleikans ljós umgirðir teg,
stór var náðin, at tú mintist
falnu ætt á undirgangsins veg.
Tí tú sendi okkum Sonin,
vára synd hann á seg tók,
vit eru frelst og innskrivað
nú í lívsins bók.
Harri harra, Kongur konga,
tú við blóði keypti okkum frí.
Harri harra, Kongur konga,
tín er æran alla tíð.
Harrar heimsins makta lítið
uttan bert at fremja tíni ráð.
Tó teir fylkjast, myrkurs herar,
og hin Óndi alsamt herjar á.
Men vár fíggindi er sligin,
hevur fingið banasár.
Títt fólk við tær skal sigra,
um gjøgnum stríð og tár.
Einaferð í dýrd og ljóma
skulu vit teg síggja, loyst og sæl,
sangurin við megi brúsa
skal frá endurloystum – uttan tal.
Takksom fyri tína frelsu,
tína náði og tín frið.
Tað er eitt undur signað:
Vit skulu vera við.
Skrivaður umleið ár 2000