Tosti eftir Gudi

 Gud, Tú ert Gud mín, eg søki Teg árla, sál mín tystir eftir Tær, holdi mínum leingist eftir Tær í turrum landi, sum liggur máttleyst, uttan vatn! Sálm. 63,2. 
Eg var í 2011 niðri í Ísrael saman við sangkórinum í Ebenezer. Tá gistu vit eina nátt í stórum tjaldi í Judaoyðimørk – nakað sunnan fyri Betlehem. Fyri okkum føroyingar, sum eru vanir við “grønar líðir og bláan fjørð”, kendist tað fremmant at skoða yvir hesar uppturkaðu víddir, sum liggja at kalla uttan vatn, keldur og áir. Men tað hjálpir einum betur at skilja talu bíbliunnar um tosta og vatnloysi, sum ofta er umtalað, serliga í Gamla Testamenti.
Dávid helt stundum til úti í oyðimørkini. Tá ið hann fl ýddi undan Saul, fór hann út í oyðimørkina – eisini tá ið hann mátti fl ýggja undan sínum egna soni, Absalon. Men Dávid megnar í tungum og einsligum løtum at biðja, syngja og tilbiðja Gud, og tað heldur honum uppi. Harrin hoyrir bønir hansara og fríar hann út úr trongd og vandastøðum.
Í Sálmi 63 leingist Dávidi eftir Gudi “í turrum landi, sum liggur máttleyst, uttan vatn.” Dávid sigur ikki bara Gud, men Gud mín. Andi og hold tysta eftir tí vatni, sum kemur omanífrá. Ivaleyst eru tað umstøðurnar, sum gera, at Dávid ikki fær sovið (v. 7). Hann fer til Harran við byrðum sínum og fær nýggja styrki har.
Í lívi okkara kann andaligt máttloysi eisini gera um seg, og vit kenna tað, sum um vit eru í eini oyðimørk. Øðrvísi kann tað ikki vera í einum heimi, sum hevur vrakað Gud. Umráðandi er tá at drekka av teim keldum, sum fi nnast hjá Gudi. Vit mugu taka inn av orði og lyftum Guds og tala við faðir okkara í Himli.
At søkja Harran hevur við innara menniskja okkara at gera, og tað kann eingin annar gera fyri okkum. Um vit einans sløkkja sálartosta okkara í heimsins keldum – sum kanska kunnu kennast vælgerandi eitt lítið bil – fáa vit ongantíð sløkt veruliga tostan.
Tostin í sál okkara kann bert stillast hjá tí Gudi, sum gav okkum lívið. Lyfti Jesusar var, at “tann, ið drekkur av vatninum, ið Eg gevi honum, skal ikki tysta í allar ævir” (Jóhs. 4,14). Hann er bæði Gud og Faðir okkara, sum hevur umsorgan fyri børnum sínum.
Kennir tú teg vera í andaligari oyðimørk, so veit Harrin alt um tað og kennir longsil og tørv tín. Og tað er eina hann, sum kann sløkkja innara tostan.
Faðir, eg takki tær fyri, at eisini eg kann kalla teg “Gud mín”. Einans tú kanst stilla hjarta mítt og sløkkja allan sálartosta mín! Hjálp mær tí støðugt at drekka av tínum keldum! Í navni Jesusar – amen.                                                                                                                                   

EINGIN TRÚGVANDI KANN TIL FULNAR SLEPPA SÆR UNDAN
UPPLIVING OYÐIMARKARINNAR.
TAÐ ER EIN GØTA, VIT ØLL MUGU FARA EFTIR.

                                              Dr. D.W. Ekstrand

Úr bókini “EIN DAG Í SENN”

 

You may also like...