Eingin brýggjar seg um meg
Orð og lag: Rachel Guiley Alfors. Týðing: ØB
Mangastaðni mong ein sál er í ótta og í neyð,
full av angist, uttan Gud og uttan vón.
Teirra andlit merkt av sorg, eftir lætta suffa tey,
teirra hjørtu myrk, og blindað teirra sjón.
„Eingin brýggjar seg um meg“ – milliónir gráta,
„eingin brýggjar seg um meg“, hoyr teirra neyð!
Vilt tú víga lív títt heilt at bera orðið
um tín Frelsara, sum fegin frelsir tey?
Neyðar sálir úti har dríva friðleysar avstað,
tey tilbiðja sínar gudar – uttan svar.
Kunnu vit bert hyggja at, meðan mong ein sál í dag
fer í ævinleikan, uttan hjálp hon fær.
Jesus, hjálp mær stund um stund, at eg lýðin vera man,
ei meg undan bera, tá tú kallar meg,
men við tínum kærleika dýrum sálum siga kann:
Miss ei mótið, Jesus brýggjar seg um teg!
“No one careth for my soul” eitur sangurin á enskum. Hann varð sungin sum solosangur av Kathie Poulsen, fyrru konu Páll Poulsens, á missiónsstevnu á Zarepta í byrjanini av sjeytiárunum. Sangurin talaði nógv til okkara og stutt aftaná varð umsetingin gjørd. Hann finst á einari fløgu, har Ó)lavur og Jóannes á Váli syngja sangin.