45 ár liðin síðani byrjanina


Júst í hesum mánaða eru 45 ár liðin, síðani farið varð undir arbeiðið í Kristnastovu á Oxford Allé á Amager.Tað var í september 1973, at byrjað var at savna ungar føroyingar í stovu okkara í endanum á einum raðhúsi, har vit høvdu leiga eina íbúð. Eitt ár seinni varð sama hús – t.v.s. endin av raðhúsinum – keypt og kallað Kristnastova.
Tað var ein onnur tíð enn tann, vit kenna í dag, og tó vóru tørvirnar teir somu. Hetta at koma saman um Orð Guds, syngja og biðja saman og njóta samfelagið við práti og drekkamunni. Alt hetta hevði eisini týdning fyri ungar útisetar í 1973, tá byrjað varð undir minni karmum, enn teir, vit kenna í dag.
Nýggja tiltakið var væl móttikið av mongum útisetum, ið vóru niðri í Danmark um ta tíðina, sum viku eftir viku nú leitaðu út á Oxford Allé til fríggjakvøldssamkomu. Nú 45 ár seinni mugu vit ásanna, at signing og hond Harrans hevur hvílt yvir verkinum, sum hevur hildið á líka til hendan dag.

Her eru nakrar myndir frá tí fyrstu tíðini – tvær teirra tiknar allarfyrsta kvøldið.
–                                                                                                                 Øssur

 

 

 

 

 

You may also like...