Sangløta við Stuart Townend

Sunnukvøldið 3. juni vóru vit nøkur úr Kristnastovu, sum fóru inn í Betesda, sum liggur við Nørreport, fyri at hoyra sangaran og sangskrivaran, Stuart Townend, syngja. Hann hevur skrivað fleiri sangir, sum vit syngja á møtum okkara – teirra millum “Tað finst ein vón” “Guds kærleiki eitt undur er” og “Á Kristus bert mín vón er bygd”.  So her var høvið at hitta og hoyra mannin, sum hevur givið okkum fleiri av teimum  sangum, vit elska at syngja.

Og hóast hitin var nógvur hetta kvøldið, fingu vit eitt sangkvøld, sum gav okkum nakað serstakt. Stuart Townend hevði eitt orkestur við sær, har bæði ein dóttir og sonur vóru við. Og tað var skilligt, at hann kendi seg væl heima millum áhoyrarnar, sum tóktust at kenna fleiri av sangunum. Umframt at syngja fyri, so tosaði Stuart Townend inn ímillum, og tað fleyt náttúrliga við bakgrund, kunning og upplýsingum um sangirnar. Alt var væl og virðiliga framborið.

Townend skrivar tekstir við innihaldi, ið hava evangeliska og bíbliska dýbd – ofta við málandi orðum – og tí, trúgvi eg, at teir nema hjørtuni á ein serstakan hátt. Løgini eru at kalla einføld, men vøkur, fólkslig og fangandi. Fólk fingu høvi at syngja við, og sangurin rungaði eisini við megi hesa kvøldarløtuna í Betesda og bar boð um, at sangir Townends munnu vera nógv nýttir í fleiri kirkjum og samkomum.

Og sera grípandi var at hoyra sangin, ið hann skrivaði, tá ið beiggi hansara, Phil, var sjúkur av krabbameini. Teir báðir, Stuart og Phil, sungu sangin inn saman við familjuni, og hendan upptøka kann hoyrast á youtube (sí link niðanfyri). Í dag er Phil heima hjá Harranum – hann andaðist í fjør.

Annars føldi eg at hæddarpunktið var løtan, tá “There is a hope” var sungin, og øll tóku undir við hesum vakra og mergjaða sangi, sum er vorðin ein elskaður sangur millum fólk. Hann var sungin á enskum, men tó við onkrum versi á donskum. Og fólk sungu við av hjarta og sál.  Hetta er kanska besti sangurin, sum er komin frá Townend, umtalandi vónina, vit hava í Kristusi einum heimi, har menniskju eru merkt av vónloysi.

Eg fekk eitt stutt høvi til at heilsa upp á Stuart Townend aftan á sangløtuna, sum varð hildin í tveimum. Eg greiddi honum frá, at eg kom úr Føroyum, og at fleiri av sangum hansara vóru sungnir millum føroyingar.  Eg helt fyri, at hann, at hann átti at vitja Føroyar eisini.  Ja, var svarið – um hann fekk eina innbjóðing vildi hann “consider it seriously”.

Eitt góð og gevandi sangløta var av, sum hevði vart í umleið tveir tímar, og fólk leitaðu heimaftur, væl hýrd og takksom. 
–                                                                                                                                                                                                  Øssur

NB! Sangurin “Keep you here” sungin saman við beiggjanum, Phil Townend, og familjuni kann hoyrast HER

 

 

You may also like...