Ein halgaður tænari Harrans heimkallaður

 

Billy Graham er deyður, 99 ára gamal, og mettur av døgum. Orðini eru mong, sum í hesum døgum verða søgd og skrivað um prædikumannin úr USA, hvørs rødd náddi so víða. Og tað skilja vit væl.
Billy Graham var ein sannur, salvaður evangelistur, sum talaði ein einfaldan, máttmiklan evangeliskan boðskap, sum rakk langt út um heimland hansara. Eingin annar prædikumaður hevur nátt so mong menniskju á samtíð síni. Hann fekk fjøldir av fólki í tal og hevði altíð ein radikalan boðskap um umvending og frelsu við trúgv á Jesus. Við eini klárari rødd, merkt av sannføring og megi, bar hann evangeliið fram á ein hátt, sum fekk fólk at lurta.
Fólk í túsundatali komu fram á møtum hansara fyri at geva hjørtu og lív teirra til Jesus eftir at hava hoyrt Billy Graham tala. Hann var andaligur ráðgevi hjá amerikonsku forsetunum og hevði samrøður við Elisabeth drottning, Winston Churchill og aðrar leiðarar í ymiskum londum. Listin er langur av fólkum, hann hevur havt ávirkan á við boðskapi sínum. Lat meg nevna ein aftrat:  George Verwer, stovnara av OM-felagsskapinum. Hann var ein av teim mongu, sum kom til trúgv á einum Billy Graham møti. Síðani hevur George Verwer sjálvur havt stóra ávirkan á boðanina av gleðiboðskapinum kring heimin.
Á møtum hansara var altíð eitt lið av vegleiðarum, sum tóku ímóti teimum, sum komu fram eftir boðskap Billy Grahams. Susan, kona mín, var millum vegleiðarar á stóru møtistevnuni, ið var í London í 1966. Sjálvur fekk eg høvi til at hoyra Billy Graham fleiri ferðir, bæði í Onglandi, Svøríki og her í Danmark.  Hetta vóru upplivingar, tú ongantíð gloymdi: Brúsandi felagssangur og kórsangur, væl og livandi leiddur av Cliff Barrow, solosangur við djúpu røddini hjá George Beverly Shea – og  onkur bar fram ein vitnisburð. Alt væl fyrireikað og hjartanemandi. Og so kom tala Billy Grahams – ein einfaldur, dynamiskur, altíð viðkomandi boðskapur um at koma til Kristus. “The Bible says” var ein av afturvendandi setningunum. Og grípandi var at síggja streymin av fólki, sum eftir talu Billys kom fram til samtalu og bøn, meðan kórið sang “Just as I am”.
Nú er hendan røddin so tagnað, og Billy Graham er komin heim eftir langa og trúgva tænastu. mettur av døgum. Spurningurin er so, hvør loftar endanum og tekur við. Í grein í Kristelig Dagblad stendur yvirskriftin “Billy Grahams død er afslutningen på en æra”.  Sambært hesa grein, so meina serkøn fólk í USA, at “der kommer ikke en ny folkelig ordikant af hans kaliber.” Hetta verður sagt, hóast sonurin, Franklin Graham, sum vitjaði í Føroyum í 2016, hevur fingið líknandi leiklut og status sum pápin.
Men Gud – Hann er framvegis mentur at kalla, útvelja og salva tænarar sínar, sum, eins og Billy Graham, vilja umboða Hann í einum tørvandi og líðandi heimi. Evangeliið er framvegis kraft Guds hvørjum tí til frelsu, sum trýr (Róm. 1,16).
Og um Harran Jesus syngja vit, at “Hann hin sami er í dag” – og trúgva tí vónandi eisini.
 –                                                                                                                                                                                          Øssur

  

Billy og Franklin saman við trimum fyrrverandi forsetum                                 Talandi til fjøld av fólki

 

  

You may also like...