Bakgrund & bakland
Eg var føddur við Tinghúsvegin í Havn 13. februar 1942. Foreldrini vóru Tinna og Sigurd Berghamar, systrarnar eru Gunnvør, Rúna og Erla. Meginpartin av barnaárum mínum búðu vit úti í Rættará og uppi við Dalavegin. Kona mín, Susan, er ættað úr Hounslow, uttan fyri London, og vit eiga tveir synir, Andrew og Kristin Filip. Verdøturnar eru Sara og Sóley, og barnabørnini eru 7 í tali.
Orð Guds og sangurin um Harran hava frá barni av verið ein týðandi partur av mær. Tað fylti nógv í barnaheimi mínum og eisini í samkomuni í Ebenezer, sum var mítt andaliga heim. Tíðliga kom eg til persónliga trúgv á Jesus og fór at taka lut í ungdómsarbeiðnum í samkomuni. Heilt náttúrliga gjørdist tað ein hjartans avgerð at nýta sangin sum amboð í tænastu Harrans. Tað havi eg fingið nógv høvi til, bæði í Føroyum og í Danmark.
Í september 1973 byrjaðu kona mín, Susan, og eg upp á eitt evangeliskt arbeiðið millum føroyingar í Danmark. Ígjøgnum hesi nú mongu ár hevur Orð Guds verðið borið fram, og mangan hevur sangurin frá landsmonnum okkara ljóma úti í Kristnastovu á Amager. Arbeiðið við at vitja føroyskar sjúklingar á Ríkissjúkrahúsinum, Sjúklingahotellinum og aðrastaðni hava eisini verið hjartamál hjá okkum.
Nakað av greinum eru skrivaðar gjøgnum árini, serliga í útisetablaðnum Boðberin, sum kom út í mong ár, men eisini í øðrum høpi. Arbeitt hevur verið við nýggjum sangum so at siga alla tíðina, men flestu av løgunum hava ikki verið niðurfest á nótar, tí lagsmiðurin hevur ikki megna hetta sjálvur. Gongd kom tó umsíðir á hetta, tá góðir, nótakønir vinir veittu mær eina kærkomna hond, og tað kom væl við.
Við hesari heimasíðu kunnu greinar, sangir, hugleiðingar og annað vera savnað á einum staði, og tað eri eg takksamur fyri og vóni at kunna leggja nakað av tilfari út av og á.
Harrin hevur verið náðiríkur og trúfastur móti mær, og tað er ein gleði at kunna luta nakrar signingar og royndir á lívsleiðini í orðum og tónum! Vónandi kann so heimasíðan á onkran hátt vera til hjálp, signing og íblástur!
–
– oberghamar@gmail.com