Hollur vinur farin heim
Mikudagin 27. september andaðist Rósing Rasmussen úr Runavík, 87 ára gamal, á Landssjúkrahúsinum í Havn. Rósing var ættaður úr Toft í Søldarfirði og var giftur við mostir míni, Liss. Børnini eru 6 í tali: Anna, Bogi, Beinta, Ingunn, Rógvi og Gudny. Barnabørn og børn teirra eru ein talríkur skari og hava eisini verið gleði teirra gomlu.
Rósing hevði í mong ár bilasølu og verkstað við nógvum arbeiðsfólki og mongum kundum kring oyggjarnar. Sjálvur arbeiddi eg eisini hjá Rósingi í tveimum umførum. Í seinni árum komu Liss og Rósing at vera størsta part av árinum í Danmark, har tey áttu hús uttan fyri Gilleleje. Tá lá leið teirra ofta út í Kristnastovu – ikki minst tá ið dóttirin, Anna, og Símun Pætur høvdu medábyrgd av verkinum. Um aldarskifti riggaðu tey tó av herniðri og fluttu heimaftur. Men av heilsuávum hevur Rósing seinastu tíðina verið á Eysturoyar røktar- og ellisheimi.
Tá ið Rósing var í góðum árum, var hann av sterkastu monnum. Men hann var eisini ein gløggur, áhugaverdur og skemtingarsamur maður, sum dugdi væl at siga frá. Hann var familjumaður burturav og sera hjartagóður. Kundi Rósing veita onkrum eina hjálpandi hond, gjørdi hann tað fegin. Túrarnir, hann gjørdi saman við Robert á Lakjuni við neyðhálp til Eysturopa, vóru ikki fáir í tali, og tað var eisini nakað, sum fall honum náttúrligt at gera.
Susan og eg minnast aftur á góðar løtur í húsum teirra við Gilleleje, bæði saman við Liss og Rósing, og tá vit fingu loyvi til at læna húsini, tí vit høvdu brúk fyri at vera burturfrá nakrar dagar. Tað kom ofta væl við.
Rósing hvíldi tryggur í Harranum til tað allarsíðsta. Hann var ein teirra, sum tók stig til at byrja samkomuna í Berøa, og haðani var hann eisini jarðaður. Ein stórur skari av fólki fylgdi Rósing til síðsta hvíldarstað hansara her á fold. Tað var hugtakandi at síggja Liss og familjuna sita lið um lið og tey mongu, sum komu fyri at siga Rósingi farvæl. Stillir tónar frá urguni, sangir og hugleiðingar gjørdu løtuna hátíðarliga og vakra. Sólin kagaði fram hesa løtuna, tá kistan varð borin út, og fylgið fór inneftir til gravarstaðið á Glyvrum.
Nú varð røktarheimið vorðið útskift við himmalska heimið, og tað unna vit Rósingi og eru takksom fyri minnið um ein hollan vin, sum farin er.
– Øssur