Á, hvør er hasin maður
Um páskirnar vera vit mint á líðing, deyða og uppreisn Jesusar. Sangurin “Á hvør er hasin maður” eftir Brynleif Hansen, trúboðara, er ein stuttur, men talandi sangur um líðing Kristusar okkara vegna.
Evangeliski boðskapurin um Jesus lá Brynleif nógv á hjarta. Hann var gripin av boðskapinum. Hin líðandi Messias, sum verður umtalaður í Esaias kap. 53, er ivaleyst í huga Brynleifs, tá ið hann skrivar henda sangin um, hvussu dýr okkara frelsa er.
Tey trý versini vórðu funnin millum tilfarið, ið lá eftir Brynleif, eftir at hann hevði latið lív í flogvanlukkuni í Mykinesi hin 26. septembur 1970. Lagið varð gjørt um 1988-90.
Á, hvør er hasin maður, ið krossin bera má,
so vanvirdur og tyngdur, má líða spott og háð?
Jú, hatta er Guds Sonur, við tornum krýndur fer
við sigri inn í deyðan og mínar syndir ber.
Ja, fyri mínar misgerðir soraður tú varð
og fyri míni lógbrot ta hvøssu krúnu bar.
Tín máttur upp nú tornar, tín tunga loðar føst,
sum vaks títt hjarta bráðnar – tú pínur mínar tókst.
Tú, Leyvan, rótskot Dávids, tú hevði allan mátt,
sum lamb tú bart tað stillur og toldi háð og spott.
Tú kærleiksfulli maður til krossin negldur varð,
ja, mína straff tú toldi og mínar sjúkur bar.
Orð: Brynleif Hansen. Lag: ØB
Sí nótar HER