Løgini og nótarnir
Eitt av ynskjunum við hesi heimasíðu hevur verið at miðsavna teir sangir, ið eru skrivaðir gjøgnum árini, soleiðis at fólk lættari kunnu fáa atgongd til tekstir og nótar.
At gera løg og skriva nótar er hvør sítt – og tað seinna havi eg ikki megnað. Tí eri eg sera takksamur fyri tær hjálpandi hendur, eg havi fingið í hesum sambandi. Tað eru serliga Jóannes á Váli, Eyðun á Lakjuni, Óli Nicodemussen, Krisjan Christiansen og Dánjal Eysturstein, sum hava fest løg niður á nótar, soleiðis at fleiri teirra eru tøkir nú. Tað er komið væl á leið við hesum, men enn er ikki komið á mál.
Í summum førum fylgir ljóðfíla við. Sum dømi kann nevnast ein av nýggjaru sangunum “Eg skal altíð lova Harranum”, har Dánjal Eysturstein hevur fingið lagið niðurfest á nótar, sum eru tøkir nú. Tekstur og lag kunnu finnast við at trýsta á ORÐ OG LØG (ovast). – Øssur