Lítla prinsessan
Hósdagin 16. mars fingu vit eitt barnabarn aftrat – eina fitta, lítla diddu, sum hevur fingið navnið Lydia. Tað er nr. 5 hjá Saru og Andrew, so tey eru við at vera ein stór familja.
Børn eru gáva Guds, sigur Orðið, og satt er tað. Av sonnum ein dýrgripur – ein prinsessa, sum longu hevur vunnið hjørtu okkara.
Her er hon avmyndað fáar tímar eftir føðing saman við tveimum bergtiknum Berghamar-systrum.