Sjeyti fimm
Eg minnist sjálvandi ikki føðingardag mín 13 februar 1942, tá eg sá dagsins ljós við Tinghúsvegnum í Havn. Barnaheim mítt var tó ikki har, men úti við Lítluvík, Orsøkin til at mamma átti meg hjá góðum vinum uppi á Tinghúsvegnum hendan fríggjadagin, var tann, at rokaligt var niðri við Lítluvík, tí at havnarlagið var nógv merkt av ensku hermonnunum.
Hesi mongu ár síðani tá hevur lív mítt tó verið merkt av friði millum okkara grannalond – og eg kann hyggja aftur á eitt ríkt lív við góðari familju og vinum, eg havi hitt á lívsleið míni. Harrin hevur av sonnum verið góður hesi mongu árini.
Saman við Susan, konu míni, havi eg havt eina lívsuppgávu millum landsmenn okkara í Danmark, sum eg eri Harranum takksamur fyri. Og synirnir, verdøtur og barnabørn okkara eru dýrgripir, sum eg kenni meg ríkaðan við og kann gleðast yvir, nú ið sólin er komin nakað væl vesturum.
Sjálvur dagurin var hildin – meiri stillisliga – yviri í Randers hjá yngra soninum og familjuni.