Vinmanninum, Árna B. Jensen, til minnis 

arni-jensen

Grein í “Leirkerinum” í desember 2016.

Tað eru nú liðin fimm ár, síðani Árni Bech Jensen – eisini kallaður Árni Bass – varð kallaður heim til Harran. Hann hevði fylt 70 ár hin 27. mai ár.
Árni var ein stórur og framúr sterkur maður, sum onkuntíð á yngri árum kundi sýna sína styrki. Tá ið t.d. sjómanstøk vórðu tikin, sum siður plagdi at vera, var ongantíð ivi um úrslitið, um Árni var annar parturin. Hóast hann var nøkur ár yngri enn eg, so høvdu vit gjøgnum alt lívið eitt tætt vinaband, og tað kennist framvegis óveruligt, at ein so sterkur og livandi persónur ikki longur er millum okkara. Árni hevði eina djúpa og rúma rødd, hann var sera musikalskur, og longu sum blaðungur gjørdist hann berandi stuðul millum bassarnar í Ebenezer-kórinum, sum hann sang við næstan alla lívstíð sína. Trúgvur sat hann í kórinum – tá ið hann ikki var burturstaddur – og har sat hann inntil stutt áðrenn hann flutti hiðani.

Millum tey ungu í Ebenezer
Tankar mínir fara aftur til árini, tá tey ungu í Ebenezer savnaðust í Bíbliuklassanum, har Petur Háberg undirvísti í Orðinum í mong ár. Skuldi ein sangur framførast, antin sum duett, trio ella kvartett, so var Árni altíð klárur. Eitt lítið kór sá dagsins ljós hesa tíð, sum fekk navnið Sangvitnisflokkurin, og har var Árni at finna millum bassarnar – eisini á tí ógloymandi ferðini, vit gjørdu til Íslands í 1963.
Ein annar sangbólkur, sum kom fram stutt eftir, var “Sangbrøður”, sum luttók í Bíbliuklassanum í Ebenezer og á ymiskum møtum. Bólkurin var mannaður við Páll á Lakjuni, Finnleif Durhuus, Árna og undirritaða. Tá so fyrsta EP-plátan við fýra sangum kom út móti jólum í 1966, var tað ikki minst bassrøddin hjá Árna, sum hugtók lurtararnar – serliga við sanginum “Eg havi Kristi kærleik”. Tað er tí ikki av ongum, at hann fekk navnið Árni Bass. Árni  giftist í 1970 við Maiken, sum var ættað úr Skálavík. Tey búsettust í Havn og fingu børnini Jákup, Boga og Erlu.

Syngjandi skiparin
Hóast Árni upprunaliga varð handilsmaður, kendi hann seg drignan at sjónum. Hann fekk útbúgving sum skipsførari og fór at sigla, hóast hann ongantíð verliga legði handilslívið á hyllina. Seinastu árini sigldi hann fyri tað mesta við skipinum Ruth út frá Hirtshals, har hann eisini ofta luttók á møtum á Malta við sangi og vitnisburði.   Eitt tíðarskeið sigldi hann tó longur úti í heimi. Tí í ár 2000 fóru Árni og Maiken út við OM-skipinum, Doulos, har Árni varð skipari í eina tíð. Við sær høvdu tey dóttrina, Erlu. Hetta førdi til eitt gott samband við OM-felagsskapin, og heilt fram til 2008 stóð Árni við vissum millumbilum á brúnni á OM-skipum, sum vóru í sigling hetta tíðarskeiðið. Mong, góð vinabond vórðu knýtt kring heimin hesa tíðina, og Árni treivst væl við hesi nýggju avbjóðing.
Á middegi er vanligt umborð á skipunum, at skiparin sigur frá veðri og positión. Tað gjørdi Árni sjálvandi eisini, men hann gjørdi viðhvørt tað aftrat, at hann treiv í ein sang, og so rungaði djúpa bassrøddin um alt skipið. Tað var júst soleiðis vit kendu hann. Hann tordi at gera tað óvæntaða á ein hátt, sum fekk øll at lurta.  Og sum eitt úrslit av hesum fekk Árni heitið “The singing Captain.” Ein av sangunum, hann kundi tríva í umborð, var sangurin “One day at a time”, sum seinni var týddur til føroyskt og sungin av børnunum við heitinum  “Bert ein dag í senn”.

 Longur á leið
Tey seinastu árini vóru eisini eyðkend av nógvum sangi. Sjálvur hevði Árni havt ein dreym um at syngja nakrar sangir inn, sum kundu koma út millum fólk. Tá ið sjúka varð staðfest, gjørdist dreymurin enn meira ítøkiligur. Eg royndi eftir førimuni at stuðla honum í hesum, og vit fingu fleiri løtur saman, tá ið vit gingu ígjøgnum sangir, ið talan kundi vera um. Hoyri fyri mær enn, hvussu Árni treiv í onkran teirra á sín eyðkenda máta.
Hann vildi fegin harni-og-oessurava sangin “ Longur á leið” við á fløguna og helt fyri, at hesi orð skuldu vera heitið á fløguni.  Upptøka varð gjørd við sanginum, og harumframt eydnaðist tað honum seinni at innsyngja ein aftrat,  hóast røddin tá var viknað nakað. Tað var sangurin “Í Jesusar hondum” sum var skrivaður við støðuni hjá Árna í huga, har dóttirin, Erla, sang við.

 

Øssur og Árni við klaverið á Malta í Hirtshals.

Røddin tagnaði
Um heystið 2011 fór heilsan rættiliga at bila, og hin 28. november tagnaði djúpa og magnfulla bassrøddin. Ein góður vinur var farin, ið hevði fylt so nógv upp í tilveru okkara, sum kendu hann. Stórur skari fylgdi honum til gravar í Ebenezer, har ymisk luttóku  – eisini tvey umboð fyri OM felagsskapinum, sum vóru komin heim til Føroya at fylgja. Árni upplivdi sostatt ikki, at fløgan kom út, men Maiken, sum hevði verið honum ein hollur stuðul – eisini seinastu, sváru tíðina – helt fast við ynski hjá manni sínum. Við hjálp av góðum vinum eydnaðist í 2013, tvey ár eftir at Árni var farin, at útgeva fløguna, sum varð eitt savn av eldri og nýggjari sangum. Eg haldi meg vita, at fløgan hevur verið spæld nógv og verið til gleði fyri mong, og tað hevði ivaleyst glett Árna.

Kend, vit skulu kennast tá.
Nakað síðani spurdi ein ung kvinna, sum savnast í Kristnastovu, meg, um tað var ein møguleiki at hoyra Sangbrøður syngja aftur. Hon hevði lurtað eftir onkrum av fløgunum og tóktist hugtikin av sangunum. Men svar mítt kundi bara vera eitt:  Sangbrøður fara aldri at syngja aftur, tí Árni er ikki millum okkara longur. Tað var – og er framvegis – ein óhugsandi tanki, at Sangbrøður fara at syngja uttan bassrøddina hjá Árna. Men vit minnast aftur á nógvar gyltar løtur, vit fingu saman – vitandi, at Árni nú er við í tí syngjandi skara heima hjá Harranum.  Hagar eru fleiri av okkara bestu sangarum farnir tey seinnu árini. Vit minnast Árna Bass við takksemi, lítandi fram móti degi Kristusar, tá ið tað, vit sungu her, fer at gerast veruleiki:

Kend, vit skulu kennast tá,
saknur skal ei hjarta ná.
Tá ið dimmið lættir, tá ið lívsins sól ei undir fer,
á, vit skulu kennast betur, tá ið tokan horvin er.

maiken-og-arni
Hjúnini Árni og Maiken Jensen

You may also like...