Sólrík løta við seniorunum
Tað var hugnaligt enn einaferð at vera saman við eldra ættarliðnum henda sólríka mikudag seinnapart 31. august. Vit hittust kl. 15 og vóru saman í einar tveir tímar.
Umframt at njóta ein góðan drekkamunn sungu vit saman, og á skránni vóru bæði føðilandssangir og andaligar sangir. Prátið gekk dúgliga við borðini, sum tað altíð plagar. Niels Pauli Nónstein endaði við einum orði úr Bíbliuni. Síðani varð farið útum at taka eina felagsmynd. Og so endaði løtan við at tjóðsangurin varð sungin. Og við bønini í triðja versi gjørdist hetta ein friðfullur endi á einari góðari løtu, meðan Merkið veittraði fagurliga móti Backersvej.