Susan sjeyti
Sunnudagin hin 14. august fylti Susan, mín kæra kona, 70 ár. Dagurin varð hildin saman við okkara nærmastu familju á Hotel Trinity, sum liggur tætt við Lítlalbeltsbrúnna tætt við Frederica. Vit hugnaðu okkum væl saman við sangi, hugleiðingum og heilsanum. Eisini komu fleiri heilsanir og vøkur orð gjøgnum telefonsamrøður og elektronisku miðlarnar. Hetta gleddi føðingardagsbarnið, sum fegnaðist um at vera saman við familjuni, men eisini at eiga so nógvar, góðar vinir burturi og heima.
Myndin av Susan er tikin beint undir Lítlubeltsbrúnni – meðan familjumyndin er tikin tætt við receptióna á Trinity Hotel.