Sangkvøld við løgum eftir Jens Guttesen

Jens Guttesen

Eg var heima í Føroyum nakrar dagar í samband við sangkvøldið í Ebenezer 22. juni, sum varð hildið, tí 100 ár vóru liðin, síðani Jens Guttesen var føddur. Jens Guttesen kendi eg væl frá mínum uppvøksti. Hann var jú urguleikari, sunnudagsskúlalærari og sangleiðari í Ebenezer í mong ár. Og so skrivaði hann mong góð løg, sum framvegis eru nógv nýtt í samkomuni í dag.
Hetta kvøld vóru sangir sungnir við løgum eftir Jens Guttesen. Mong teirra eru kend, men nøkur tó minni kend. Fleiri strúkarar settu dám á kvøldið, umframt at Frelsunarherurin eisini var við og spældi tvey løg.  Ebenezer-kórið sang, einstakir solistar og bólkar framførdu, og so var felagssangur, har fólk fingu høvi at syngja við. Hugleitt var um Jens Guttesen, hansara løg og tænastu í samkomuni.
Eini 6-700 fólk vóru í Ebenezer hetta kvøldið, sum tóktist eydnast væl. Vitnisburður Jens Guttesens kom eisini fram á ymiskan hátt, og tað var gott. Tí Jens var ein heilhjartaður kristin, sum fult út halgaði Harranum evni síni.

Eftir sangløtuna var ein góður drekkamuður niðriundir, og mong nýtti høvi at steðga og fáa eitt prát.

øb

 

 

You may also like...