Latið lovsangin ljóða
Orð/lag: ØB Umtala av sanginum niðast. NÓTAR HER
Gjøgnum øldir hava
Harrans menn og kvinnur brotið slóð,
farið út til onnur fólkasløg
og manga fjara tjóð;
umsett skriftirnar til fremmant mál
og borið lívsins orð
um ta frelsu, sum kann broyta lív og kor.
Latið lovsongin ljóða,
berið boðskapin góða
um Guds Son, Harran Jesus,
sum loysir trælabond!
Latið ljósini lýsa,
skjótt skal morgunin rísa,
berið boðskapin góða
til heimsins ytstu strond!
Prísa Gudi fyri tey,
ið tóku tøk og trúarstig,
so at boðskapurin besti
náddi oyggjar várar við.
Fyri Orðið, sum á egnum
móðurmáli ljóðar frítt,
fyri hvønn, ið trýr og eigur lívið nýtt.
Handaður so verði kyndilin
til næsta ættarlið,
so øll fólkasløg á foldum
kunnu hoyra orðið við.
Latið okkum vakja,
virka, bera boðini so góð.
Skjótt so kemur Jesus – hoyrist lúðraljóð.
Í 2002 kom ein fløga út við bólkinum “Sangbrøður”. Vit fýra, ið upprunaliga mannaðu bólkin, tá hann var í hæddini í sekstárunum, høvdu tá ikki sungið saman í mong ár og gjørdu av at komin saman aftur og gera nakrar nýggjar upptøkur. Tað gjørdist til fýra nýggjar sangir, sum so vóru settir saman við nakrar av gomlu sangunum, sum áður vórðu upptiknar. Bárður Háberg stóð fyri nýggju upptøkunum og tók sær eisini av gomlu upptøkunum, ið fingu onkrar ábøtur. Ein av nýggjaru sangunum var “Berið boðskapin góða”, sum var skrivaður stutt frammanundan. Sangurin er ein eggjan til kristna fólkið um at fara út við gleðiboðskapinum, og at vakja og virka, tí “skjótt kemur Jesus – hoyrist lúðraljóð”.