Ein tíð við kórsangi

Gjøgnum tey meira enn fimti árini, Kristnastova hevur havt sítt virksemi, hevur sangur og tónleikur verið ein týðandi partur av teim møtum og tiltøkum, vit hava staðið fyri.  Vit hava havt mong millum, sum høvdu gávur at syngja og spæla ljóðfør. Ofta hava vit hoyrt solosang ella annan skipaðan sang.
Viðhvørt er eitt kór vorðið til, sum hevur virkað eina tíð. Í 80unum var eitt kór í Kristnastovu, sum Ólavur Jøkladal stóð fyri. Tað vardi eina tíð, hvussu leingi minnist eg ikki. Í 2009 byrjaði so eitt kvinnukór at syngja til ymisk høvi. Kórið var leitt av Randi Hansen av Toftum, sum hesa tíðina las tónleikavísindi í Keypmannahavn. Kvinnurnar sungu við vakra sangi sínum ikki bert í Kristnastovu, men vóru eisini at hoyra í Eliaskirkjuni, Sjúklingahotellinum og Føroyahúsinum. Virkistíð tess var tó ikki long – helst umleið eitt ár.
Niðanfyri standandi myndir eru eru tiknar í 2009 á Sjúklingahotellinum, sum tá var í Tåsingegade á Østerbro. Og sum tað sæst á onkrum av myndunum, var hetta 3. desember, altso í jólamánaðanum – so helst hevur kvinnukórið sungið jólasangir fyri sjúklingum og avvarðandi.

You may also like...