Savnandi rødd tagnað
Fyri knøppum tveimum vikum síðani frættist, at Liss mostir var farin heim til Harran. Liss var 93 ár, nú hon fór. Hon var tann seinasta av teim átta systkjunum , sum vóru børnini hjá Ommu og Abba á Toftum, Sannu og Andriasi Hansen. Mamma mín, sum æt Anna Katrina, vanliga nevnd Tinna, var elst, og Liss var yngst.
Liss andaðist sunnudagin ólavsøkudag 29. juli. Jarðarferðin var úr Berøa, samkomuni í Runavík, har hon hevði havt sítt andaliga heim, síðani hendan samkoman byrjaði sítt virksemi í sekstiárunum.
Í samband við jarðarferðina sendu Susan og eg hesa heilsan, sum varð upplisin í Berøa:
Tá ið vit nú ikki kundu fáa jarðarferðina hjá Liss mostir við, heilsa vit familju og vinum hjartaliga og kunnu av sonnum siga, at Liss var okkum hjartans kær.
Liss hevur verið ein klettur í okkara Toftafamilju. Savnandi, løtt til smíl og tár, og sera familjukær. Sangglað, tíðindafró og trúføst. Samkomutrúgv, ikki at gloyma. Hon hevur mestsum bundið øll ættarliðini saman í familjuni – eisini okkum frá heiminum við Dalavegin í Havn. Altíð fús at greiða frá og viðmerkja, bæði á andaliga og tímiliga økinum.
Tá Susan kom sum fremmand inn millum okkara fólk, kendi hon seg so vælkomnan av familjuni á Toftum og Runavík, ikki minst Liss og Rósing. Tá vit giftust í 1970, komu tey við til brúdleypið, sum var uttan fyri London, og tað gleddi okkum nógv. Tey vístu okkum stóran kærleika og umsorgan m.a. við at læna okkum teirra summarhús í Gilleleje, seinni Smidstrup, sum vit settu so stóran prís uppá, ikki minst í “pionertíðini” hjá Kristnastovu.
Liss fylgdi væl við øllum og mintist eisini føðingardagar og aðrar rundar dagar. Seinast hon ringdi, var 13. februar í ár. Ein stutt, konkret og hjartalig heilsan, sum gleddi føðingardagsbarnið. Og nú er røddin tagnað.
“Eitt er landið hinumegin, og bert trúgvin finnur vegin” – plagdu skyldkonurnar, Alma og Hanna, at syngja. Hagar er hon komin og er nú heima hjá Harra og Frelsara sínum.
Takk, Liss, fyri so mangt gott at minnast afturá. Vit síggjast hinumegin.
Susan og Øssur
NB! Á myndini niðanfyri – tikin í 2018 – eru vit bæði Susan saman við Liss og systkinabørnum mínum, Sannu og Onnu.