Tá Kristnastova fekk heimasíðu
Tað eru júst farin 25 ár, síðani Kristnastova fekk sína fyrstu heimasíðu. Hetta hendi 1. apríl 1999 og var eitt stórt fet inn í eina nýggja tíð. Frammanundan var alt samskifti við føroyingar í Danmark á gamla, siðbundna mátan: gjøgnum telefonsamrøður, brøv og bløð – eitt nú Boðberan, har danska postverkið var ein týðandi viðspælari.
Men nú kom fyrsta heimasíðan, sum saman við teldupostum var eitt týðandi frambrot í samskiftishøpi. Fyrstu 6 vikurnar vitjaðu umleið 500 fólk heimasíðuna. Jens Wang var um hetta mundið fyristøðumaður í Kristnastovu, og skrivaði m.a. soleiðis í Boðberanum:
“Sum er, kunnu vitjandi finna mangar hentar upplýsingar um arbeiði og tiltøk í Kristnastovu og kring Danmark. Eisini kunnu m.a. vitnisburðir, talur og greinar úr Boðberanum lesast á heimasíðuni.
Vit leggja okkum eftir altíð at at hava nýggj tíðindi á heimasíðuni og eftir at lýsa øll almenn tiltøk, sum Kristnastova skipar fyri.
Ætlanin er eisini nakrar ferðir um mánaðin at senda út eitt tíðindaskriv gjøgnum teldupost til øll, sum eru áhugað. Vit vóna at nógvir av lesarum Boðberans vilja tekna seg til hesa tænastu.
Tað hevði glett okkum at fingið samband við fólk, sum hava vitjað heimasíðu okkara og hoyrt tykkara hugsan og hugskot um, hvussu vit kunnu menna heimasíðuna enn meira. Teldupost-adressa er kristnastova@get2.net.dk “
Áhugavert at lesa nú 25 ár seinni. Heimasíðan er framvegis virkin, og har verður ymist lagt út, sum er viðkomandi, meðan Facebook og Instagram eru komin aftrat. Talan er um nýggjar tíðir, og vit mugu ásanna, at vit hava allar tekniskar møguleikar í dag at senda boð út til fólk – eisini at kunngera boðskapin um Jesus til okkara samtíð.