Sangur røkkur inn í sálina
Erla, systir, skrivar á facebook um kórið Sangfuglarnar og síðani um mammu okkara, sum andaðist í 1994, og sangin “Loðsur tú ver mær”:
“Rørandi at hoyra demenskórið Sangfuglarnar í “Við Tórði á túri”. Eg upplivdi tey á seniorsamkomu í Lívdini í fjør.
Tøkk fái tey, sum brúka kreftir og tíð til at geva minnisveikum hesar upplivingarnar. Upplivingar gjøgnum kendu sangirnar og at sleppa út at syngja fyri øðrum.
Sangur røkkur okkum á annan hátt enn so mangt annað. Røkkur sálini í okkum.
Fór at hugsa um tey bæði árini, mamma sat við alzheimer 1992-94. Fløgan við Dupultkvartettini var fyri stuttum komin út. Tá var hon vorðin rættiliga fjar. Fløgan bleiv nógv spælt, meðan vit sótu hjá mammu, tí okkum dámdi at hoyra hesar sangararnar, og tað plagdi hon eisini, meðan hon var frísk og framvegis fekk sagt sína hugsan. Og hon var av sangglaðum fólki.
Evnini at tosa vóru nú farin, og hon vísti ikki nógvar kenslur, heldur ikki meðan henda fløgan ella annar tónleikur var frá. Men eitt var hvørja ferð, tá ið vit lurtaðu eftir fløguni. Tá ið komið varð til sangin “Loðsur tú ver mær”, komu ljóð frá henni, næstan sum hon hevði hug at gráta. Kanska merkti tað okkurt annað. Kanska var tað gleði, kanska vildi hon siga, at hasin sangurin var so vakur ella serligur.
Tað serstaka var, at bróðir, sonur hennara, hevði gjørt henda sangin. Eg haldi ikki, hon visti um sangin, tí hon var vorðin fjar tá. Men har var okkurt. Kanska kendi hon ljóðið aftur frá onkasoninum, sum hevði skrivað sangir, bæði orð og løg, síðan hann sum smádrongur sat heima og pumpaði á gamla stovuorglið við flott útskorna yvirbygninginum og við árstalinum 1881 á pedalunum.
Jú, sangur evnar nakað heilt serligt. Hann røkkur inn í sálarkrókarnar og vekir upp gloymd minni, um gleði- sum sorgarløtur. Alla æru vert at farið er á henda hátt at bøta um lívsgóðskuna hjá teimum, ið ikki minnast.”
Erla
NB! Sangurin “Loðsur tú ver mær” kann hoyrast her, sungin av Dupultkvartettini í Ebenezer.