Minni úr Kikhavn
Mong eru minnini frá Kikhavn, hesi friðarligu og hugnaligu bygdini við Kattegat, sum liggur uttan fyri Hundested. Tað var okkara Zarepta í mong ár. Har vóru góðar og gevandi legur. Børnini spældu og hugnaðu sær, og serstakar løtur vóru eisini fyri børnini. Har vóru bíbliutímar, ítróttur og spøl, vitnisburðir og sangir. Túrar vórðu gjørdir fram við strondini.
Felagsmyndin her er tikin frá fyrstu Kikhavnleguni, ið varð hildin í 1982. Áðrenn høvdu vit verið á Kongelejren og í Høve, som eisini eru á Norðursjællandi – tó hinumegin Roskildefjørðin. Poul Færø og Steinbjørn Jacobsen úr Klaksvík vóru við á hesi fyrstu leguni í Kikhavn. Poul hevði bíbliutímarnar, meðan Steinbjørn luttók á annan hátt.