Føddur er konga kongur
Tað var ein gleði at vera saman við Ebenezerkórinum, tá kórið var í Ísrael á vári 2011. Eitt av støðunum, har kórið vitjaði, var Betlehem. Her varð m.a. steðga við eitt stað við útsýni út á nakrar eingir uttan fyri býin. Myndin her er tikin, meðan kórið syngur “Kvirra um fjøll og fløtur.”
Søguna um komu frelsarans høvdu vit hoyrt heimanífrá. Boðskapurin um Jesus og frelsu hansara náddi eisini fjarskotnu oyggjar okkara í norðuratlantshavinum. Vit høvdu trúð søguni og boðskapinum, og kundu nú syngja um Hann. Nú vóru vit tætt við staðið, har hirðarnir fingu gleðiboðini at hoyra – tætt við staðið, har Frelsari heimsins, Kongur konga var føddur. Av sonnum ein hugtakandi og talandi løta.
– Ø
– Ø