Hálva øldin hátíðarhildin
FRÁSØGN VIÐ MYNDUM.
Sólin skein so fagurliga hendan seinnapartin í oktober, tá ein skari av fólki hittust í Lívdini í Hoyvík fyri at markera 50 árini, síðani byrjað var við verkinum á Oxford Allé á Amager.
Hetta var ein sannur hátíðardagur, har vit sóu eina góða og áhugaverda blanding av fyrrverandi útisetum, sum høvdu verið lesandi í Danmark okkurt tíðarskeið frá 70unum til dagin í dag. Harumframt vóru onnur, sum høvdu verið niðri í Danmark í øðrum høpi – eitt nú sjúkraørindum. Og so vóru mong onnur, sum hava stuðlað, sýnt áhuga ella luttikið í verkinum á onkran hátt
Hugleiðingar, heilsanir og lovsangur
Nakrir av luttakarunum fingu høvi at hugleiða frá tíðini í Danmark, og onnur at siga frá upplivingum og royndum. Og so ljóðaði sangurin við megi – m.a. nógvir sangir, ið eru framkomnir í samband við Kristnastovu gjøgnum árini. Absalon Áargarð og Johan Syderbø leiddu fyrru løtuna og Andrew Berghamar ta seinnu. Randi og Símin Hansen leiddu sangin saman við fleiri tónleikarum. Sanna og Jóannes Hansen – útisetar í 70unum og 80unum bóru heilsu fram – og somuleiðis hevði Jákup N. Olsen eina heilsu í samband við tænastuna millum sjúklingar og avvarðandi. Anita Johannesen og onnur syrgdu fyri, at vit fingu ein góðan drekkamunn áðrenn løtan byrjaði og ein mettandi nátturðabita millum báðar løturnar.
Forvitnisligur filmur
Fram móti endanum var forvitnisligur filmur vístur um verkið í Kristnastovu, framleiddur av Kirstin Vang Hansen. Har var bæði innlit í søguna og uppgávuna í dag. Har vóru m.a. brot úr sendingum í Kringvarpinum gjøgnum árini. Mongu myndirnar, tiknar í Kristnastovu í summar – bæði innandurað og uttandurað – vóru ikki minst áhugaverdar. Niels Pauli hevði móti endanum ein boðskap um týdningin at hava visiónir – eisini í 2023. At enda leiddu nøkur okkum í bøn fyri verkinum, og sungið var eina løtu aftrat. Tað var eins og at fólk høvdu ikki hug at fara heimaftur.
Sunnukvøldsmøti í Ebenezer
Á møtunum dagin, 8. oktober, eftir var høvi eisini var at hugleiða frá verkinum í Kristnastovu í Ebenezer. Men eisini var greitt frá Skovlunde Frikirke, sum Sara og Andrew standa í. Tey luttóku bæði á miðmøtinum, sum fer fram eftir breyðbrótingina og í dag savnar nógv fólk. Um kvøldið leiddi Niels Pauli Nónstein møti, Richard Scwartsson, fyrrverandi útiseti, bar heilsu fram, Øssur og Andrew høvdu hvør sítt orð, har verkið í Kristnastovu og Skovlunde Frikirke vóru umtalað. Og til seinast var filmurin um Kristnastovu vístur.
Sangkórið luttók eisini við nøkrum sangum. Tey høvdu jú vitjað í Danmark fyrr árinum, sum var til gleði og signing fyri mong. Eftir møtið var drekkamuður í salinum í neðra.
Higartil hevur Harrin hjálpt
Hálv øld var farin, síðani byrjað var, og vit kundu reisa okkara egna Ebenezer og siga “Higartil hevur Harrin hjálpt okkum”. Vit høvdu alla grund at vera takksom. Takksom fyri náði, trúfesti og varveitslu Harrans hesi mongu ár – og takksom fyri fólk Hansara, sum hava staðið so væl rundan um verkið. Og at hitta nøkur teirra hetta vikuskiftið, sum vit hava lært at kenna gjøgnum árini, var ein ómetaliga stór gleði.
– Ø