Kórvitjan á hvítusunnu
Sum áður fráboðað, kemur Ebenezerkórið á vitjan her í Danmark á hvítusunnu. Hetta gleða vit okkum til. Kórið hevur eina langa søgu – byrjaði í 1937, og hevur síðani verið ein virkin partur av samkomuni, sum tað eitur eftir. Tað hevur eisini verið á uttanlandaferðum fleiri ferðir, men tó ongantíð í Danmark. Tó var ein sangløta við kórinum á Norðuratlantsbryggjuni í 2011, tá kórið annars var á veg til Ísrael. Her er skráin undir vitjanini, sum byrjar í Jyllandi:
Fríggjdag, 26 mai í Tylstrup Frikirke kl. 16.30 – og á Malta í Hirtshals kl. 19.
Leygardag 27. mai í Give Baptistkirke kl. 12 – og í Kristuskirken í Odense kl. 17
Sunnudag 28 mai kl. 11 í Kristnastovu (har tey syngja eftir vanliga møtið) og í Føroyahúsinum kl. 19.30.
Mánadag 29. mai í Skovlunde Frikirke kl. 19.
Týsdag 30. mai kl. 14.30 í forhøllini á Ríkissjúkrahúsinum. Kórið syngur andaligar sangir á føroyskum, donskum og enskum.
Tað vildi verið gleðiligt at sæð mong – bæði føroyingar, danir og onnur við – á hesum sangløtum.