Tí Hann livir

Páskaliljur

Páskadagur er ein fagnaðardagur hjá fólki Guds. Jesus reis upp av deyðum páskamorgun og livir í dag. Orðið sigur um upprisna harra og frelsara okkara, at Hann  kann “eisini fullkomiliga frelsa tey, sum koma til Gud við Honum; tí Hann livir altíð at biðja fyri teimum  (Hebr. 7,25). Vit undrast og gleðast um henda signaða sannleika. 
Orðini til sangin “Tí Hann livir” vórðu skrivað í 2009 – tó kom niðurlagið í 2012, eftir at lagið var gjørt. Sangurin varð síðani framførdur av Kristnastovukórinum, sum var virkið um tað mundið.  Seinastu árini hevur hann eisini verið sungin av Ebenezerkórinum – kanska serliga um páskirnar. Tú kanst hoyra eina upptøku HER

Hin morgun, tá sólin úr eystri skein,
úr grøvini myrku Guds Sonur trein,
Burtur fíggindan rak,
deyðin misti sítt tak
og kundi ei gera mein.

   Tí Hann livir, Hann livir í dag,
   syngið tí fagnaðarlag!
   Jesus, vár frelsari,
   Hann doyði men livir í dag.

Tá vinir hans savnaðust bivandi,
við friði hann kom, og teir ivandi
sóu sjón fyri søgn,
burt var ótti og tøgn,
hin deyði var livandi.

Maria, hví gongur tú syrgiklødd,
í dimmi og djúpasta dali stødd,
Navn títt kennir hann væl,
tú ert signað og sæl,
hoyr hansara mildu rødd.

Og Pætur, sum sveik hann og skar í grát,
við vatnið teir fingu eitt tiltrongt prát,
fyrigeving hann fann,
Jesus kallaði hann
til hirða í størri mát.

Og soleiðis hittir hann fólk sítt her,
við Andanum okkum so nær hann er,
Men hans verk hevur skund,
tí skjótt kemur tann stund,
Hann heim sína brúður ber.
* Orð/lag ØB

 

You may also like...