Lega á NE á tjúgunda ári.
Í døgunum frá 20 til 23. oktober verður enn einaferð lega á NE – sum er stytting fyri Norðursjællands Efterskole – ið liggur tætt við Helsinge – nakað sunnan fyri Gilleleje. Hetta merkir, at 20 ár eru liðin, síðani vit á fyrsta sinni høvdu heystlegu á hesum skúla. Tó var eingin lega í 2020 vegna korona farssóttina.
Innan tað høvdu vit í mong ár verið í Kikhavn, sum vit vóru vorðin góð við. Tað var eins og eitt Zarepta fyri okkum. Men tíðin var komin at flyta, og vit fullu skjótt væl til á skúlanum, sum leigar okkum húsini, meðan næmingarnir halda teirra heystfrítíð. Leguhúsini í Kikhavn vóru niðurtikin fyri fleiri árum síðani og onnur vanlig eru bygd á økinum.
Sum skilst hava mong tekna seg til at vera við á NE, nú ið lega verður hildin í heystfrítíðini hjá skúlunum. Í innbjóðingini verður sagt, at “her verður nakað fyri stór og smá, bæði til likam og sál. Á skránni verða bíbliutímar, barnaløtur, postarenning, lovsongsløtur og breyðbróting, legubál og snobrød, og ikki at gloyma fríløturnar, tá fólk sita og práta, fara ein túr ella bara njóta at vera á legu”.
Jógvan Júst Rasmussen, ættaður úr Klaksvík og trúboðari gjøgnum mong ár, hevur bíbliutímarnar á leguni.
Nú er so at vóna, at hendan legan eisini skal verða signingarrík og gevandi fyri allar teir luttakarar, sum í hesum døgum fara at stevna til Norðursjælland.