Ein stór familja
Soleiðis sá tað út frá glugganum í miðhæddini í Kristnastovu sunnudagin 22. mai, tá tað var familjudagur. Fyrst var vanliga møtið hildið, og síðani kundu børn og vaksin hugna sær uttanfyri við hoppiborg, grillmati, spølum og práti.
Veðrið var gott hendan dagin, og sum tað sæst hugnaðu børn og vaksin sær óført í stóra urtagarðinum, sum kemur til sín rætt ein slíkan dag. Og so verður ein eisini mintur á, at vit eru ein stór familja – eisini andaliga knýtt saman við trúnni á Jesus.