Ein Orðsins mynduleiki er farin
Hósdagin 2. juli andaðist Rodmundur í Liða, lækni og prædikumaður, 83 ára gamal, aftaná stutta sjúkralegu. Hann hevði verið væl fyri heilt stutt frammanundan – ja, hevði orðið á møtinum í Ebenezer sunnumorgunin 21 juni, har hann talaði um dýrd Harrans. Og tá var hann nógv nærri dýrdini, enn nakar grunaði.
Rodmundur var ein góður vinur av Kristnastovu og var við í avgerðini, tá ið fyrra Kristnastova á Oxford Allé varð keypt í 1975. Eitt skifti í sjeytiárnum búðu Rodmundur og familjan í Keypmannahavn, áðrenn tey endaliga fluttu heim til Føroya. Mangan heittu vit á Rodmund um at koma út í Kristnastovu at bera Orðið fram á møtinum fríggjakvøld, og sjáldan bar hann seg undan. Og altíð vóru áminningarnar skilligar og viðkomandi. Hann var eisini við á fleiri legum, ið vit høvdu í Norðursjællandi.
Rodmundur hevði jú sín serstaka orignala stíl, valdi síni orð væl og tosaði fyrimyndarliga væl føroyskt. Hann var hátíðarkendur í verumáta, men kundi sanniliga eisini vera skemtingarsamur. Viðhvørt kundi tú hóma eitt lítið skálkabros í eygnakrókunum.
Tó er tað fyrst og fremst sum ein Orðsins mynduleika, vit fara at minnast Rodmund. Hann kendi Bíbliuna sum fáur. Andaligir spurningar vóru vigaðir við bíbliuni í hond og huga. Hann kundi hava avgjørdar sannføringar, sum ikki øll høvdu, men tað kom ongantíð at órógva samfelagið og vinalagið, tvørturímóti. Hann hevði eisini hirðaliga umsorgan fyri fólki. Tók sær góðar stundir at taka í hondina á teimum, hann hitti, og royndi at fylgja við, hvussu teimum gekst.
Hann var ein góður lurtari og hugsaði seg væl um, áðrenn hann kom við einum svari. Men so var tað eisini vekt og vísdómur aftanfyri orðini. Persónliga havi eg í farnari tíð fingið nógv stimbrandi orð og leiðbeiningar frá Rodmundi – og mangan var tað júst tá ið eg hevði mest brúk fyri tí. Víst verður hann saknaður.
Rodmundur megnaði eisini í góðari tíð at geva kyndilin víðari til yngri kreftur í samkomuni. Seinastu árini sat hann, sum hann var vanur, á fremsta beinki saman við konuni Karen, men meira lurtandi enn áður. Fúsur at luttaka, men ikki bráur, bíðandi eftir røttu løtuni. Sum ein andaligur faðir, ið gleddist yvir samkomuna og signaði hana.
Susan og eg vóru inni á gólvinum hjá Karen og Rodmundi tíðliga í juni mánaða. Veðrið var so frálíka gott hendan dagin. Prátið gekk, sum tað plagdi um mong felags áhugamál. Vit vóru eisini eina góða løtu úti á altanini – og tá var m.a. myndin omanfyri tikin. Sólin skein so fagurliga yvir Havnina og Nólsoynna hesa hásummarløtuna.
Men ikki vóru vit ikki greið yvir, at Rodmundur var komin so tætt at tí landi, “har sól og summar altíð er.” Har er hann nú. Mál trúarinnar er rokkið. Tað koma ikki fleiri stimbrandi áminningar frá Rodmundi, og tað fer at kennast tómligt á fremsta beinki í Ebenezer. Men takksom eru vit fyri alt, ið Rodmundur hevði at týða fyri okkum og samkomu Harrans bæði burturi og heima.
Øssur Berghamar