Sóljuskrýddu Føroyar

Tað var ein frægd at síggja Føroyaland skrýddar við sóljum, tá vit vóra heima í stuttari vitjan í síðstu viku. Eitt hav av sóljum allastaðni, serliga fram við áir og vøtn. Eisini úti í Sandagerði, har vit ofta fara ein túr, tá vit eru heima, haðani flestu myndirnar niðanfyri eru tiknar. Susan hentaði nakrar teirra í eitt tyssi, sum vit løgdu við grøvina hjá kæru faðir og móður míni beint eftir túrin í Sandagerði.  Eitt annað av yndisstøðum okkara er gamla Hoyvík, og har vóru vit eisini saman við systrum mínum Rúnu og Erlu, sum eru á einu myndini saman við Susan. Har síggjast sóljurnar eisini í bakgrundini.

Leggjast kann aftrat, at Sóljan er tjóðarblóma føroyinga. Hetta varð avgjørt í 2005, tá atkvøðugreiðslu var um, hvør blóma skuldi gerast tjóðarblóma. Átta ymiskar blómur vóru í uppskoti. Úrslitið varð, at sóljan var greiður “vinnari”  og gjørdist sostatt tjóðarblóma føroyinga. Tað er í mai og juni, at sóljan stendur í blóma í Føroyum.                 Ø.

   

You may also like...