Søguligu orð Sloans fyri 150 árum síðani

img525

28. mai 1865 situr ein ungur skoti í Lerwick og skrivar í dagbók sína. Hann er 26 ár, hevur havt eina persónliga umvending í heimlandi sínum og er í skrivandi stund virkin í evangeliskum verki í Hetlandi. Gjøgnum hetlendskar sjómenn hevur hann fingið at vita um viðurskiftini í Føroyum. Hesin ungi maður, sum eitur William Gibson Sloan, kennir seg kallaðan at fara til Føroya og skrivar:

”Viðurskiftini í Føroyum hava ligið mær tungt á hjarta. Eg havi hoyrt at har búgva umleið 8000 fólk og einir 700 hetlendingar royna har alt summarið, eisini fransar og bretar…
Eg kenni meg drivnan og fúsan at fara at virka har í navni Guds og styrki hansara, og eg eri fullvísur í, at verk mítt skal ikki vera nyttuleyst í Harranum.
Leiði Harrin meg við Anda sínum, sum aldri fer skeivur; veri náði Faðirsins, Sonarins og Heilaga Andans við anda mín í hesum dýra tiltaki. So við hjálp Harrans geri eg av at fara til Føroya at prædika Jesus.”

Hann kemur til Føroya ein gráligan dag seinni á árinum 1865. Ikki sá landið serliga innbjóðandi út, tá hesin ókunnugmaður steig á land. Føroyska fólkið var fátækt um hetta mundið, málið var honum fremmant, og føroyskt skriftmál ikki vanligt tá. Men miðvíst fór hann undir at læra seg danskt, so hann kundi samskifta við fólkið. Síðani fór hann undir lívslongu tænastu sína: at bera føroyingum ein evangeliskan boðskap gjøgnum samrøður, vitjanir, sang og útifundir. Hetta gjørdi hann á ein einfaldan, men vinnadi hátt, sum fekk fólk at lýða á.
Orðini “Tro på Jesus” var heilsanin, ið mong tátíðar børn í Føroyum fingu frá hesum vinarliga fremmandamanni, sum sang við so vakrari rødd. Tey gloymdu tað ongantíð. Og hóast Sloan ikki altíð var vælkomin allastaðni, fór boðskapur hansara umsíðir at bera ávøkst um aldarskifti.
Dagbøkur Sloans eru til varveitslu framvegis – teirra millum bókin, hann skrivaði í fyri 150 árum síðani. Hon er skrivað á enskum, og har síggjast hesar reglur, sum hann skrivaði í Hetlandi fyri 150 árum síðani.
Ein og hvør, sum gevur lívi William Gibson Sloans gætur, má undrast yvir ta trúgv, tol og treysti, sum eyðkendi hin skotska evangelistin, ið sang so vakurt og búði við Tinghúsvegin í Havn. Hugtakandi eru søgurnar um hendan evangeliums boðbera úr Skotlandi, sum gjørdist slóbrótari fyri einari nýggjari tíð í Føroyum og fekk stóra virðing millum manna.
William G. Sloan andaðist í Sloans Húsi á føðingardegi sínum 4. september 1914, 76 ára gamal.

Øssur Berghamar

 

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *