HVAGAR STEVNA VIT?
Tað er hugtakandi at síggja føroyskar kappróðarbátar, sum stevna fram móti málinum við fullari ferð. Hvør verður fyrstur á málið?
Áralagið, orkan, konsentratiónin – alt telur við. Og ikki minst hetta, at hava eitt vakið eyga við málinum. Hetta er serstaka uppgáva róðurmansins. Hvørt lítið frávik kann koma at kosta. Í ringum róðararlíkindum á Òlavsøku í Havn er onkuntíð tað hent, at onkur bátur er farin skeivu megin molan í Havn. Manningin misti málið úr eygsjón, og úrslitið varð hareftir.
Men ikki minst, tá kemur til tað meiri álvarsama her í lívinum, er tað týdningamikið at hava málið fyri eyga. Nógvir útisetar eru í Danmark við ávísum endamáli – eitt nú at nema sær útbúgving. Teirra eygu eru vend mót málinum. At fullfíggja útbúgvingina – og síðani fara heimaftur til Føroya.
Ein kristin má eisini hava málið fyri eyga. Hann stevnir enn longur fram á leiðina. Hann livir sítt lív í ljósinum av tí komandi. Hetta er so væl orðað í tí kenda sanginum um andaligu siglingina:
Eg sigli fram yvir lívsins hav,
meg ber hin skiftandi bylgja.
Tí kós, sum Jesus mær sjálvur gav,
eg ynski trúgvur at fylgja.
Eg stevni fram mót teim ljósu londum,
við lívsins træi á føgrum strondum,
har altíð sól og summar er.
Hvussu kunnu vit vita, um kósin er røtt – og hvagar stevna vit á ferð okkara inn í ævinleikan? Bíblian hevur svarið. Jesus kom og vísti vegin og segði ”Eg eri vegurin, sannleikin og lívið – eingin kemur til Faðirin uttan við mær.” Hetta útihýsir øllum øðrum „alternativum“ møguleikum. Vegurin til himmals gongur gjøgnum Jesus. Ì hesum ljósinum er tað, at evangelisturin Paulus sigur: „eg gloymi tað sum aftanfyri er og rætti meg mót tí sum frammanfyri er, og stevni móti málinum, sum Gud av hæddini hevur kallað okkum til í Kristi Jesusi. Ein persónlig trúgv á Kristus og fullgjørda verk Hansara á krossinum er neyðug, um vit ein dag skulu skulu náa rætta málið í andaligu sigling okkara. Og út frá hesum eiga vit at spyrja: Hvat er kós okkara – og hvagar stevna vit?
Øssur
Hesin boðskapur stóð í faldara hjá Kristnastovu, ið varð býttur út á Ólavsøkuni í 2005, sum varð hildin á Norðuratlantbryggjuni.