Ein vika við vónum

Vika 16 var ein góð vika hjá okkum, sum plaga at savnast í Kristnastovu á Amager. Vegna positivu útmeldingarnar frá mynduleikunum, kundu vit skrúva upp fyri virkseminum – hóast nakrar skerjingar framvegis eru.
Leiðarin á Sjúklingahotellinum skrivaði, at vit vóru vælkomin aftur at halda andaktir á grasvøllinum uttan fyri hotellið – eins og vit gjørdu í fjør. Hetta vóru góð tíðindi, tí hetta ger tað møguligt at fáa meiri samband við fólk aftur, sum eru niðri í sjúkraørindum.  
Og eftir at vit leingi hava havt møti sunnumorgun, sum bert skuldu vara í ein hálvan tíma, kundu vit nú aftur skrúva upp fyri møtilongdini, sum nú ikki er avmarkað. Tó er eingin felagssangur inndurað, tí til tess eru vit ov mong, og frástøða má haldast. Í staðin var ein sangløta hildin uttandurað.
Í sólskininum hendan sunnumorgunin 25. apríl, sum eisini var flaggdagur, kundu vit syngja lovsangir til Harran úti á grasvøllinum. Ein góð løta, har føroyska flaggið við krossmerki tess veittraði fagurliga í góðveðrinum.  Eftir sangløtuna kundi møtið so halda á innandurað. Vit gleðast um alt hetta og eru Harranum takksom fyri øktar møguleikar í verkinum.   Og nú vóna vit, at góða gongdin heldur á.

 

 

You may also like...