Heilur tú, sum øllum ræður
Hetta er ein gamal, kendur og elskaður sálmur, sum talar um líðing og deyða Jesusar fyri syndir heimsins langa fríggjadag fyri umleið 2000 árum síðani. Sálmurin minnir okkum á, hvussu dýr okkara frelsa er, og at offurdeyði Hansara eigur at framala eitt persónligt aftursvar, har lív okkara gerst halgað Honum, sum gav alt fyri at frelsa okkum.
Sálmurin kemur frá gomlum frumteksti, sum Grundtvig hevur umyrkt. Upprunaliga eru níggju ørindi – í hesari týðingini eru tó bert seks. Sálmurin stendur sum nr. 197 í NSGF.
Heilur, tú sum øllum ræður,
Frelsari og millummaður!
Heimurin at tær vil søkja,
fegin tó eg vil meg krøkja
til tín kross og fylgja tær.
Hvat sást tú í himmalhøllum
tó í mær og okkum øllum
At tú fórt av ljóssins hæddum,
birti vón í sálum ræddum
komst at geva okkum lív.
Men mítt hjarta, treiskt og tregið,
mangan køvir mína megi,
Lítið megni eg at gera,
hvat kann eg tær, Harri, bera
aftur fyri kærleik tín?
Tú, sum lívið hevur givið,
gev, at eg av sonnum livi,
so tú fyllir sál og sinni,
ert í huga og í minni
lív mítt alt og longsil mín.
Men sum blóman má eg følna,
hond og hjarta skulu kólna,
Tó, um dagar munnu fækka,
deyðan skal eg ikki smakka,
tú tókst mína syndaskuld.
Krossins boðskapi eg trúgvi,
takk, at skjótt hjá tær eg búgvi!
Halt mær, tá tað fer at skýma,
teska í tí síðsta tíma:
leiðin ber til paradís!
ORÐ: ARNULF ÚR LOUVAIN 1250. GRUNDTVIG 1837. Týtt: ØB
.