Várið í dupultum týdningi

Várið er komið eftir ein langan vetur.  Grækarismessa hevur verið, og tjøldrini eru komin til Føroya. Tað er farið at spretta og spíra, og várlýðkan er eisini komin í luftina her í Danmark..
Í byrjanini av 90unum var eitt slag av undantaksstøðu í Føroyum. Hetta komst av tí fíggjarkreppu, sum hevði tikið seg upp. Nógv fólk var komið til Danmarkar vegna vána tíðir og arbeiðsloysi í Føroyum.
Hetta framgongur eisini av oddagreinini í blaðnum, Boðberin, sum kom út í 1994, tá várið var komið í luftina. Yvirskriftin í greinini er „So fer at vára‟ – og tað er meint í dupultum týdningi.  Várið var á veg, og vónin var, at betri tíðir eisini skuldu koma.
Og jú – tað fór at vára aftur í Føroyum mitt í 90unum. Betri tíðir komu, og tað var eitt satt bønarsvar hjá mongum.

Í dag eru onnur dimm skýggj rundan um okkum, og tað merkir tíðindini í útvarpi og sjónvarpi. Harrin er tó hin sami, og tað eiga vit sum kristin at minnast. Hann hevur heimin í hond síni og fremur sítt áhaldandi verk. Innihaldið í hesum stutta versi, sum vit plagdu at syngja í mínum yngru árum, stendur framvegis við makt:
Kristus er svarið til alla heimsins neyð.
Kristus kann frelsa frá vanda, sorg og neyð.
Spurningar lívsins níva mangan mann,
teir eina Kristus svara loysa kann,
tí Kristus er svarið til heimsins neyð.
Og vit siga amen – í trúgv og vón  um, at várið eisini fer at koma í aðrar mátar.
—  ø –

You may also like...