Av náði Guds –
NÝGGJ ÚTGÁVA. Sangurin „Av náði Guds‟, sum varð skrivaður í 2012, kom út fyri einari viku síðani, innsungin av Mariu á Lakjuni Djurhuus. Hann kann hoyrast bæði á Spotify og Youtube.
Jóhan Magnus Gunrim hevur samskipað útgávuna, eins og hann hevur gjørt í samband við aðrar útgávur. Hans Poulsen hevur produserað og Óli, beiggin, hevur mixað og mastrað. Og sigast má, at uppgávan er væl og hegnisliga úr hondum greidd, bæði sjálv útsetingin av sanginum og samansetingin av ljóðførum og røddum.
Sangurin er ein rættiliga persónligur vitnisburður fyri mítt viðkomandi, og tí eri eg takksamur fyri, at orðini hoyrast so væl, umframt at Maria syngur sangin so hjartaliga og vakurt. Stóra tøkk, øll tit, sum hava havt eina hond við í hesari útgávu.
Tekstur og bakgrund kann annars finnast her: https://www.berghamar.com/2013/10/26/av-nadi-guds/