Skjott skal Jesus aftur koma

Skjótt skal Jesus aftur koma
og vit foldum fara frá
til tann stað, Hann ger tilreiðar,
har vit skulu Harran sjá.
Eingin synd skal longur vera,
eingin sjúka, roynd og sorg.
trygg vit eru har í sælu himmalborg.
 
Lovsangstónar skulu brúsa
frítt teim frelstu skarum frá.
Tíat eina Hann er verdur
alla æruna at fá,
sum gav lív sítt fyri okkum
og á krossi lat sitt blóð,
men á deyðans valdi vann, tá upp Hann stóð.

Síðsti fíggindin er vunnin,
deyðans broddur brotin er,
horvið burt er alt, sum tyngir,
og sum nívir okkum her.
Eingin freisting meir skal lúra
einki fall meir tyngja skal,
og vit Honum skulu prísa, loyst og sæl.

Skjótt skal Jesus aftur koma.
og hvørt sár skal vera grøtt.
Og av hjarta vit nú siga:
Harri Jesus, ja, kom skjótt.
Okkum leingist til tann staðin,
sum tú nú tilreiðar ger,
og várt eyga vent mót skýggjunum nú er.  

Skrivaður uml. 1978 – redigeraður í 2025.

You may also like...