Er várt lív eitt ljós
Havið brennandi kærleika hvør til annan av reinum hjarta, sigur Pætur ápostul í fyrra brævi sínum (kap. 1 v. 22).
Tað er evnið í stutta sanginum “Er várt lív eitt ljós”, hvørs orð og lag vórðu skrivað til ein sangleik á einari legu í Kikhavn – uttan fyri Hundested – ið varð hildin í 90unum, tá nógv fólk vóru niðri í Danmark. Leikurin snúði seg um at møta fólki við kærleika Kristusar, hava kærleika og umsorgan fyri hvørjum øðrum og ikki at gloyma tann einstaka, sum kann kenna seg uttan fyri andaliga felagsskapin.
Er várt lív eitt ljós – ein eldur, sum man brenna,
millum Harrans fólk, ið kemur saman her,
tí at hvør sál, ið Jesus fekk at kenna,
fekk í lut tann kærleika, av øllum ber?
Logar ljósið so, at livandi tað lýsir
upp í myrkrinum og veitir sálum vón?
Er várt lív ein kyndil, sum við megi vísir
til tann frelsara, ið blindum gevur sjón?
Brennur eldurin, ið telur mangar gløður,
tí at okkum knýta saman kærleiksbond,
tá vit røkka út til systrar og til brøður,
ið seg kenna gloymd og sakna vinahond.
Kristi kærleika vit ikki kunnu skilja,
hann, ið gav sítt alt og doyði í várt stað.
Hevjið hátt hin brand, hann birti, tí vit vilja
boða Kristi kærleika hvønn lívsins dag.
Orð/lag: ØB Nótar her