Samfelagsmøti – tá og nú

Í hesum døgum vera samfelagsmøti hildin í Havn hjá samkomuni í Ebenezer. Seinnu møtini verða hildin í høllini á Hálsi, og í skrivandi stund ber til at hyggja og lurta eftir møtinum gjøgnum stroymingina, sum fer fram  frá evr.fo.
Men soleiðis hevur ikki altíð verið. Tí áðrenn tíðina við teldum og interneti var tað telefonin, sum var tekniska loysnin fyri at fáa okkurt møti við. Í fleiri ár skipaði Kristnastova fyri samkomu, har lurtað varð eftir seinasta møtinum, ið varð tikið niður gjøgnum telefonina og fór síðani út í hátalararnar.
Sangbøkur vórðu utbýttar, so fólk kundu syngja við. Hetta tiltak var forkunnugt tá, men táverandi útisetarnir settu prís upp á hendan møguleikan. Møtið varð umtalað í Boðberanum í 1982, og á myndunum her síggjast nógv kend andlit á fólki, sum vóru niðri í Danmark um tað mundið. Nøkur teirra  eru ikki okkara millum longur. 

You may also like...