Sangurin um vinin besta

Nú ið Frelsunarherurin hevur hátíðarhildið tey 100 árini, tey hava virkað í Føroyum, fari eg at leggja greinina innaftur her, sum eg skrivaði einaferð um sangin “Vel vinin besta”. Hesin sangur ljóðaði á norskum á Vaglinum í Havn fyri um 65 árum síðani og varð síðani týddur  til føroyskt. 

Frelsunarherurin á Vaglinum í Havn (mynd í nýggjari tíð)

Eg man hava verið um 17-18 ára gamal, tá eg – sum so mangan áður – var niðri á Vaglinum í Havn, har Frelsunarherurin hevði útimøti. Eg síggi fyri mær skaran, sum plagdu at halda møti á Vaglinum: Kalle Jacobsen, fryntliga mannin, ið leiddi hornblástrarliðið – vinarliga norðmannin Sverre Jørgensen, sum spældi harmoniku, hóast hann bara hevði tveir fingrar á aðrari hondini, Addaba, sum hann var nevndur, ið spældi stórutrummu – og fleiri onnur, sum tóku lut í møtunum. Fólk sum á vinnandi hátt sungu og vitnaðu um Harran Jesus.
Eg minnist væl norska majorin, sum var í Føroyum um ta tíðina – minnist tó ikki navnið á honum. Kanska var tað hann, sum kom við hesin nýggja sanginum, ið ljómaði á Vaglinum hetta kvøldið. Hann sang so hjartaliga við síni sterku rødd – væl stuðlaður av teimum, sum vóru við honum hetta kvøldið:
Velg ham, din frelser,
velg ham for livet,
en bedre ven kan du aldrig få.
Blir han din ven i ungdomslivet, er det givet
at han blir med til sist, når du blir gammel, grå.

Veðrið var stilt og vakurt hetta kvøldið, og eg var so ómetaliga hugtikin av hesum sanginum, at hann fór ikki frá mær. “Velg Ham, din frelser, velg ham for livet” – reglan ringdi í oyrum mínum, og á onkran hátt fekk eg fatur á tekstinum. Eg vildi so fegin hava sangin umsettan.

Fór at royna sjálvur, men tað var ikki so lætt, tí eg var ikki so royndur tá. Tú kanst ikki umseta “Velg ham din frelser – velg ham for livet”, uttan at umskriva reglurnar. Eg minnist, at pápi mín hjálpti mær við hesum og kom við hugskotið at umskriva tvær tær fyrstu reglurnar, og so kom niðurlagið at ljóða soleiðis:
Vel vinin besta og lat hann vera
tín leiðara gjøgnum lívið her
Er hann í ungdómsdøgum tín, hann vilt eg bera,
Ígjøgnum lívið alt, til sólin undir fer.
Síðani fóru vit at syngja sangin millum unga fólkið í Ebenezer, og ringarnir breiddu seg. Fólk tóku sangin til sín, og “Vel vinin besta” er nú sungin í mong ár í ymiskum samkomum – eisini í Frelsunarherinum. 

Men sum eg nú hugsi aftur á lívið, so er tað eins og at hesin sangur orðar mín egna vitnisburð. Eg lærdi sjálvur at trúgva á Jesus á ungum árum og Hann gjørdist “vinurin besti”, sum hevur fylgt mær gjøgnum lívið. Ymsar upplivingar hava verið, ymsar trongstøður, viðurskifti, sum skaptu ófrið og ótta – men, sum næsta versið sigur:
Hvør gott tá lívið tykist merkt av neyð og vanda
ein vin at eiga, ein sum sær og skilir alt.
Um misskiltur og eina mangan tú manst standa,
í trúgv við øllum tú til Jesus fara skalt.
Frelsunarherurin hevur sum kunnugt eina “militera” skipan, har tey hava soldatar, offiserar o.s.fr. Og so hava tey eina serliga orðing, sum tey nýta, tá andlát eru millum teirra. Tá verður sagt, at viðkomandi er “forfremmet til herlighed”. Veit ikki um tað er nøkur serlig orðing, ið nýtt verður heima í Føroyum.. Her er talan um herfólk Kristusar, ið verða flutt heim til eina størri og betri tænastu. Og tað er ivaleyst rætt hugsað – at tað bíðar ein onnur og størri tænasta í himli fyri tey, sum kendu Harran og tæntu Honum her. Og triðja ørindi talar eisini um heimkomuna hjá teimum, sum valdu at fylgja Kristusi:
Og tá so tíðin her umsíðir er at enda
tú fært hin æviga og fagra sigurskrans,
Á, hvør ein gleði á tí ljósu strond at lenda,
at síggja Jesus og í ævir vera hans.

F
relsunarherurin hevur verið ein partur av býarmyndini í Havn – serliga á ólavsøku. Marsjerandi við hornblástrartónum hava hesir glaðu boðberar evangeliums farið gjøgnum gøturnar við teirra elds-og -blóðsmerki. Tey hava áhaldandi mint okkum á týdningin at breiða krossins merki út. Tey hava tikið sær av teimum veiku í samfelagnum, og sjálvur gleddist eg um at hoyra, at tey høvdu keypt húsið í grannalagnum av barnaheimi mínum til herbergi við hesum góða endamáli: at hjálpa teimum, ið eru illa fyri og treingja til serstaka umsorgan. Seinni keyptu tey eisini húsini við síðuna av, har omma og fastir mín búðu í sínari tíð, sum báðar vóru bønarkvinnur. 

Víst eru vit takksom fyri Frelsunarherin, teirra hjálpandi hendur og vitnisburð – bæði inni og úti – eisini í Keypmannahavn.                                                                                                                                                                                                                                       Ø.
NB! Sangurin er nr. 1439 í Nýggju Sangbók og finst eisini her á heimasíðuni:   Vel vinin besta –

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *