Tá nýtt lív kom í gomlu Norrønu
Fyrr í ár vóru 20 ár liðin, síðani Smiril Line seldi gomlu Norrønu til OM (Operation Mobilisation). Dagurin, tá yvirtøkan fór fram, var 6. apríl í 2004.
Handanin av skipinum
fór fram bæði við tíðindafundi og við almennari móttøku úti í Norðhavnini í Keypmannahavn, har umboð frá OM og Smyril Line vóru hjástødd. Henda dagin var rundvísing umborð á skipinum, har fólk frá OM greiddu teim vitjandi frá, hvussu skipið fór at vera innrættað.
Millum luttakararnar vóru stovnarin av OM, George Verwer – ein litríkur og eldhugaður leiðari við eini heimsvisjón. Hetta kom eisini fram av tí, at allur jakki hansara var eitt heimskort, sum minti okkum á okkara ábyrgd fyri heimsmissión.
Fagnaðardagur
So hesin dagurin var ikki bert ein yvirtøkudagur, men ein fagnaðardagur. Heitt var á unga fólkið í Kristnastovu um at hjálpa til við hesum degi, og tað gjørdu tey fegin m.a. við at halda vakt og hjálpa til við servering fyri teimum mongu, sum hetta kvøldið leitaðu út í Norðhavnina.
Tey vóru eisini við til at skipa sangin hetta kvøldið, og millum sangararnar var eisini “Árni Bass” – kendur umborð á OM-skipinum fyri sína djúpu rødd. Stundum treiv hann í ein sang uppi á brúnni, ið hoyrdist gjøgnum hátalararnar á skipinum. Hesa tíðina var hann skipari umborð á Doulos.
Sigast kann, at nýtt lív kom í gomlu Norrönu, sum skuldi fáa navnið Logos Hope og birta vón millum tørvandi fólk og fólkasløg í heiminum. Men fyrst mátti tað fara undir umfatandi umbygging.
Niðanfyri síggjast myndir frá fagnaðarkvøldinum.