Við vegamótið
Á í Keypmannahavn er tað gott at kenna kósina, tá vit standa við vegamótið, meðan tey reyðu, gulu og grønu ljósini blunka. Soleiðis eisini á andaligu lívsleiðini – gott at vissa seg um, at kósin er røtt.
Tá byrjað varð við verkinum í Kristnastovu, var tað eitt serligt ynski, at tað skuldi vera yngra ættarliðnum til hjálp. At ungir, trúgvandi landsmenn skuldu finna góðan vinskap og felagsskap har. Ynski, visiónin er har framvegis.
Vit eru fegin um øll tey, sum vit hava lært at kenna gjøgnum árini, ið farin eru. Við gleði kunnu vit siga: Mong ynsktu at fylgja Harranum og savnast við fólki Hansara – eitt nú í Kristnastovu. Nøkur fingu eitt annað andaligt heim, men hava havt tað gott har. Og tað kunnu vit bert gleðast um.
Eg vildi ynskt at kunna sagt hetta um øll, men tíverri er tað ikki so. Tað er sum við líknilsinum um sáðmannin, har sagt verður um nøkur, at tey “høvdu ikki rót í sær, tey halda út bert eina tíð.” – og “tráan eftir øðrum kemur inn og køvir Orðið”.
Stórbýurin hevur mong litrík tilboð at bjóða, sum ikki altíð kunnu sameinast við andaliga lívið. Orðið sigur, at: “ringur felagsskapur spillir góðar siðir”. Umvent kunnu vit siga, at góður felagsskapur varveitir góðar siðir.
Tað er í ungu árunum, at lívið á ein serstakan hátt verður myndað. Mong teirra, vit møta, eru við vegamótið, har lívskósin verður sett. Tá er neyðugt at seta nøkur andalig mál og halda fast við tey. Hvør gott, um vit øll finnast millum teirra, sum elska Harran Jesus og ynskja regluliga at koma saman við fólki hansara.
Paulus skrivar til Timoteus, unga vin sín (2. Tim. 3, 14-17): “Men ver tú í tí, sum tú hevur lært, og sum tú ert vorðin sannførdur um! Tú veitst jú, hvør, ið hevur lært teg tað, og tú kennir frá barni av hinar heilagu skriftir…” Er sannføring tín grundað á orð Guds., so ver verandi í henni, so tú ikki drívur burtur frá Gudi.
ØB (Úr Mál og Mið)