Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað

Sangurin “Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað” er skrivaður av ensku Joy Webb, sum var offiserur innan Frelsunarherin. Hon var eisini leiðari av sangbólkinum “The Joystrings”, sum í 60unum gjørdust kendir í Onglandi, har onkur av sangunum enntá kom á hitlistan í bretskum TV, sum var óvanligt. Hesin bólkur náddi út til fólkið við evangeliska boðskapinum við teirra frísku og livandi sangum – heilt í tráð við visiónina hjá Frelsunarherinum.
Sangurin hevði bert eitt vers, og undirritaði loyvdi sær – umframt at týða – at skriva eitt vers aftrat. Hann var so sungin millum ungu føroyingarnar, sum savnaðust í fyrru Kristnastovu á Oxford Allé fyrru árini. Sangurin er nú at finna sum nr. 606 í Nýggju Sangbók.
Á viðløgdu mynd sæst Joy Webb sitandi við el-klaverið saman við bólkinum. Hon andaðist í fjørð, 91 ára gomul. Teksturin á føroyskum er annars her:

Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað,
tá Jesus hann frelsti meg
og vísti mær kærleika sín.
Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað,
sum undurfult fyllir meg,
eg syngi, tí Jesus er mín.
Hann kann skapa nýtt lív, har ið áður steindeytt var.
Hann kann birta ljós, tá náttin myrkast tykist mær.
Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað,
tá Jesus hann frelsti meg
og vísti mær kærleika sín.

Eg ein nýggjan sang fekk í hjartað,
so ofta hann styrkir meg,
tá lítil og veik er mín trúgv.
Tá ið mótið svíkur, seg máttloysið
søkkur inn yvir meg,
hann byggir mót Himlinum brúgv.
Og tá heimsins tónar tagna skulu skjótt ein dag,
hoyrast skal í Himlinum eitt fagurt fagnaðarlag,
hesin sami sangur um Jesus,
sum frelsti og loysti meg,
fulltónaður ljóða skal har.
1. vers/lag: JOY WEBB.
Umseting og 2. vers: ØB

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *