Ælabogin og tala hansara
Tá vit undir Føroyaferð okkara nú í september mánaða koyrdu ein túr úr Havn út á Argir, var luftin heldur grá og tað regnaði eitt sindur. Men so fingu vit eyga á ein litríkan ælaboga, sum stóð so hábærsligur yvir stóran part av Havnini. Sera hugtakandi at síggja.
Hetta leiddi tankarnar aftur til eina grein, eg skrivaði fyri nøkrum árum síðani, sum kann lesast her:
Er tað ikki so, at tá vit síggja ælabogan, verða vit leidd í huganum aftur til eina kenda søgu, sum vit hoyrdu, tá vit vóru børn. Orðið sigur, at eftir syndflóðina gjørdi Gud ein sáttmála við Nóa og setti ælabogan á himmalin sum tekin um, at hann aldri aftur fór at oyða jørðina við vatni. Hon er umtalað í 1. Mósebók 9,11-17. Ivaleyst munnu vísmenn heimsins hava eina aðra hugsan um ælabogan enn ta bíbilsku. Men eg eri so einfaldur, at eg trúgvi fyrr tí, sum Bíblian sigur, enn tí, sum heimsins vísu menn kunnu hava eina meining um. Hetta hóast at mannavitan ikki altíð nýtist at vera í stríð við tað orð Bíbliunnar.
Ein annar sáttmáli
Hetta er tó ikki einasti sáttmáli, sum Gud hevur gjørt millum seg og menniskja.
Ein dag situr Jesus við lærisveinum sínum til reiðar at fara út á Golgata at doyggja fyri syndir okkara. Og, tá hann biður teir um at minnast seg, sigur hann við teir: “Hetta er hin nýggi sáttmálin í blóði mínum.” Liðugt var við gamla sáttmálanum, lógarboðum og ófullkomnum ofrum. Nýggi sáttmálin bar við sær, at tú og eg gjøgnum Jesus kunnu koma í samband við Gud. Nú er syndafyrigeving at fáa, tí “blóð Jesusar, sonar Hansara, reinsar okkum frá allari synd.” Og “Hann er trúfastur, sum gav lyftið.”
Soleiðis er ikki við altíð við menniskjaligum sáttmálum og lyftum. Í 1938 kom enski forsætismálaráðharrin Chamberlain aftur úr Týsklandi við einum “friðarsáttmála” við undirskriftini hjá Adolf Hitler. Tá Chamberlain steig út úr flogfarinum, veittraði hann við undirskrivaða skjalinum fyri fjøldini, sum var komin at taka ímóti, og las tað upp, sum har stóð. Tað var eisini upplisið framman fyri Downing Street og Chamberlain legði aftrat: “hetta er friður í okkara tíð – farið heim og fái tykkum eina góðan, kvirran blund”. Sáttmálin var ikki verdur tað pappírið, sum hann var skrivaður á. Stutt aftan á var eldur í nærum øllum Europa – annar heimsbardagi var brostin á.
Friður “í okkara tíð” fæst bara við Golgata. Har varð ein bindandi friðarsáttmáli innsiglaður við blóði Kristusar. Gud gjørdi okkum ein veg aftur til sín gjøgnum verk Kristusar.
Mitt í eini einari myrkum heimi, merktur av ótta og ófriði, kann Harrans fólk síggja ein lýsandi ælaboga, sum kemur frá krossi Kristusar. Vit kunnu kenna okkum trygg í lívsins skiftandi leiki, tí vit eiga orð og lyfti Guds. Og vit eiga ein ævigan bústað í himli, sum Jesus ger okkum til reiðar.
Nýggi sáttmálin er framvegis galdandi. Lyftið um ævigt lív stendur fast. Tað er ognað øllum teimum, sum hava sett sítt álit á Jesus og fullgjørda verk Hansara.
Øssur