Skúlarnir byrja aftur
Um mánaðarskifti august-september er altíð eitt sindur av spenningi í Kristnastovu, tí tá byrja skúlarnir aftur við nýggjum andlitum millum okkara. Hetta merktist eisini seinasta vikuskiftið – fríggjakvøldið 30. august og sunnudagin 1. september, tá nógv fólk vóru á møti. Tá vóru tey flestu afturkomin, sum hava verið herima í Føroyum í summarfrí, men eisini fleiri nýggj, sum nú fara undir teirra útbúgvingar. Vit vóna, at nýggju útisetarnir fara at kenna seg væl millum okkara.
Her eru nakrar myndir frá fríggjakvøldinum og sunnudegnum.