Rómaborg og ríki Guds
Fyri fimm árum síðani – í juli 2019 – var eg við í einum føroyskum ferðalagi í Róm, har eg ikki hevði verið áður.
Niðanfyri standandi reglur byrjaðu at kykna, tá eg saman við ferðalagnum hesar dagar vitjaði Vatikanið í Róm, Pæturskirkjuna og onnur forvitnislig støð í býnum.
Vit sóu ikki pávan, men tað gjørdi minni. Tí, sum tað stendur í Orðinum, hava vit “stóran høvuðsprest, sum er farin gjøgnum himlarnar, Jesus, Son Guds” og Hann er sitandi við høgru hond Faðirs Síns.
So mín søk er í góðum hondum.
Frelsa Guds, hon er ein gáva,
okkum nýtist ongan páva
ella “santa kardinal”,
roykilsi og ritual.
Halgimenni mong og myndir
taka ikki burtur syndir.
Einans Kristi blóð tað ger,
sum varð úthelt hinaferð.
Michelangelo so knáur
skapti listarverk, sum fáur.
Ikki tó til fulnar hann
kundi mála Frelsaran.
Katedralar hábærsligir
bera boð um kønar smiðir.
Kristi samkoma tó er
har, sum Andin verk sítt ger.
Gev mær Jesus, gev mær Orðið,
og hans minni, sett á borðið.
Sál mín fann ein sælan lut,
eg fekk lív og frið við Gud.
Nei, mær nýtist ongan páva,
um eg vikna kann og snáva.
Høvuðsprestur mín er har
við Guds trónu – altíð nær.
Rómaborg skal falla, fara.
Einki her skal ævigt vara.
Ríki Guds tó standa skal,
og mín sál er frelst og sæl.
ØB