Kvøða til Toftir

Vinstrumegin síggjast gomlu húsini í Túni, sum langt síðani eru niðurtikin

Í 2003 varð skipað fyri stórari ættarstevnu í Ítróttarhøllini á Skála fyri teimum, sum høvdu røtur í Túni á Toftum. Eisini var minni tiltak á Svangaskarði nakað aftaná. Sjálvur ferðaðist eg ofta á Toftum sum smádrongur, har eg búði hjá ommu og abba mínum, Sanna og Andrias í Túni – foreldur hjá mammu míni, Tinnu. Eitt skifti gekk eg eisini í skúla á Toftum, og lærdi nógvar javnaldrar at kenna. So áhugavert var at mala aftur á slóðina og vera við til hesi tiltøk..
Í hesum sambandi fekk eg hug til at seta nøkur orð í saman við minnum frá barndómsins døgum á Toftum..
 Hetta gjørdist til ein sang, sum so varð framførdur – og eisini var sangurin sungin sum felagssangur.
Í yrkingini framganga nøkur nøvn, sum eg minnist frá tí tíðini. Upplýsingar um tey kunnu  lesast niðast á síðuni.

Eldri hús, sum standa fram við gamla landsvegin

Til Toftir seg knýta víst minnini mong
frá litríku barnadómsins døgum
tað angar av grasi og blómum um ong
og feril av fiski og øðum.
Í túninum sært tú enn spælandi børn
sum hugur tín enn leitar hagar,
til bygdina føgru – í stilli og ódn
vit upplivdu sorgleysar dagar.

Ì huganum kennist sum satt ævintýr
at minnast á barndómsins dagar
á Toftum, har fiskur og seyður og kýr
var karmur um stundir so glaðar.
Her búði eitt fólk, sum til havið varð knýtt.
tey fiskaðu, veltu og gróvu.
Har hjartarúm var, og til loftið var vítt
mangt gott tey í arv okkum góvu.

Húsini hjá ommu og abba síggjast uttast til vinstru á myndini

Úr Havn kemur Tróndur og ferðafólk mong,
hann skúmar og linkar um fartin
Og vælklødd nú ferðafólk stíga á land
Á brúnni tú sært Kristian Martin.
Og bussurin langi við Sofusi – ja
og Piddi, sum postinum loftar.
Og ásannast má, at ein góðveðursdag
so gott var at koma til ”toftar.”


Tað líður mót kvøldi – ei rørist ein ond,

við garðalið kýrnar nú belja,
Á fjørðum sæst bátur við gørnum í nánd,
og smádreingir seiðirnar telja.
Ein maður í túninum spákandi fer,
og út móti havi hann skimar.
Jú – Mjóvanes kemur av Suðurlandsferð,
og fólkið á keiina stimar.

Í Túni, á Hellu, og Hoyðgarðinum
og inni og uppi á Regni.
Eitt fólk fanst í ymisku býlingunum
sum handalag hevði og hegni
at umsita tað, sum varð veitt teim í lut
av fiski og fæi og teigum.
Tey lærdu í øllum at líta á Gud
á lívsins umskiftandi leiðum.

Og Toftavatn birtist í huga í kvøld
tær løtur í haga í torvi.
Men tíðirnar broytast og farin er øld,
nú mangt er um sýnina horvið.
So takksom vit eru til Gud fyri tað,
vit fingu frá teimum ið fóru,
og fyri tey fólk, sum vit minnast ídag,
ið varðar á leiðini vóru.
                                                  Ø.

Upplýsingar um nøvn.

Tróndur var skip hjá Thorshavns Mælkeforsyning og sigldi við mjólk, posti, vørum – og ferðafólki.
Kristian Martin
var skipari, sum sigldi við “mjólkabátunum”, sum teir vóru nevndir.

Sofus úr Fuglafirði sást ofta á Toftakei við stórum bussi, sum koyrdi við ferðafólki
Piddi var handilsmaður á Toftum, sum eisini hevði postavgreiðsluna um hendi.
Mjóvanes var fiskislupp, sum Andrias Hansen, abbi mín, átti, og sum nógvir toftamenn sigldu við. Og sluppirnar fiskaðu ofta á Suðurlandinum undir Íslandi.

You may also like...

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *